Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarfesti-valurin ´05

John William Joensen

Tað var hildið at vera eitt "svakt" tiltak, tá ungir menn í Klaksvík nú fyri skjótt nógvum árum síðani á fyrstan tíð løgdu fram hugskotið um ein "Summarfestival" í Klaksvík.

Hugskotið hjá teimum vann ikki frama, helst tí at nógv hildu at slíkir festivalar bert vóru rótin til alt ilt og kanska eisini einamest tí, at ætlanin var at stóra tiltakið skuldi leggjast úti í Grøv, har Býráðið hevði lagt eitt stórt arbeiði í, at planta og at fáa økið so hugnaligt og frítíðarvinarligt sum gjørligt. Rokna var við, at økið fór ikki at tola so stóra fjøld av ungfólki í so langa tíð.
Men lukkutíð, góvust ungu menninir ikki á hondum, men hildu fast um tiltrúnna uppá ein slíkan festival og við áræði og tillagan megnaðu teir í 2004 at fáa ein festival upp at standa ið valla kundi sammetast við nakað tiltak aðrastaðni.
Við so heppnari hond varð lagt til rættis at afturljóðið frá summarfestivalinum í Klaksvík kom úr øllum heimsins herasornum.
Í ár verður mett, at útivið 10000 fólk fara at vitjað Summarfestivalin í Klaksvík og mest optimistisku røddirnar tosa um 15.000 fólk. Tað hevur eisini ligið á ljóðið, at sum gongdin hevur verið, síðani Summarfestivalurin sá dagsins ljós, so er politiið farið at rokna við, at tá Norðoyatunnilin er veruleiki í komandi ári, fer Summarfestivalurin í Klaksvík at hýsa størstu fólkakonsentratiónini í Føroyum til eitt eittans tiltak.
Hugaligir spádómar og realitetir, tí tað má sigast at vera realitetur í prátinum um at útivið 10.000 fólk fara at vitja Summarfestivalin fríggjadagin og leygardagin, tá vit longu nú vita, at seinasta mánadag fór forsølan uppum 4.750 seld atgongumerki.
Vit vita, at nógv fólk úr øllum landinum koma til Klaksvíkar komandi vikuskiftið og ongum nýtist at halda seg aftur, tí fyrireikararnir hava syrgt fyri at alt ein hevur fyri neyðini hesar báðar dagar er til taks við festivaløkið og skuldu veðrið verið eitt sindur føroyskt hesar dagarnar, ja so eru møguleikar skaptir í einum telti, ið vit ikki hava sæð makan til í Norðoyggjum. Festivalfyrireikararnir hava útvega sær eitt telt, ið er 1000 fermetrar til støddar og sum hevur rútar á síðunum, sum kunnu latast upp, soleiðis at um veðrið er til tað kann ein standa uttanfyri og tó njóta tónleikin og hava útsýni til pallin.
Norðoyingar fara sjálvandi at taka væl ímóti gestum hesar dagar, men er veðrið bara hampuligt, og tað siga veðurmennirnir í skrivandi stund, so verður ikki nógv vitjað heim til húsa, tá ein fyrst er farin á Festivalin, tí har fæst alskyns matur og drekka.
Norðlýsið fer við hesum at takka fyrireikarunum fyri stóra, vælfyriskipaða tiltakið og at ynskja øllum Summarfestivalgestum, undirhaldarum og fyrireikarum ein góðan Summarfestival ’05.