Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur venjari úr Hollandi vitjar KÍ

John William Joensen

Kendi venjarin Foppe De Haan, ið helt fyrilestur í FSF-húsinum, heldur
fyrilestrar hesa vikuna í Klaksvík.

Gjárakvøldið, var ein væl upplagdur Foppe De Haan, á loftinum í KÍ-høllini og tosaði um tekniska venjing. Eisini venur hann hesar dagarnar ungdóm í Klaksvík.
Aftur í kvøld, og mikukvøldið kemur Foppe, at hava fyrilestrar á loftinum í KÍ-høllini, og eru øll ið hava áhugað fyri fótbóltsvenjing vælkomin. Um venjarar úr meginøkinum koma, so hava teir møguleikan fyri at fara avstað aftur við Dúgvuni kl. 22.15.
Foppe De Haan, er kendur venjari úr Hollandi, og hevur staðið á odda fyri Herenveen í fleiri ár. Foppe er ídag venjari hjá Hollendska U21 hópinum.