Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Up in the Cool Clear Air I Fly

John William Joensen

Andras Sólstein skrivar: Til háborðs við Straight Ahead

Á pallin trein hansara hátign kong Jørgin Dahl  og í hølunum á honum komu riddararnir av tí runda tunga melidiøsa rockinum Sir Archie og Sir Heri saman  við nøkrum trúgvum ungum rocksveinum.
Og vit stóðu har! Fremst við stóru scenu. Stjórar, løgfrøðingar, arbeiðsmenn, fiskimenn, akademikarar og tónleikarar allir við nøkrum felagseyðkennum: farnir framvið 40 og hárið gránað og tynt. Vit sum fyrr nýttu frítíðina at lurta eftir og spæla rock, men sum í dag fáa tíðina at ganga við at sláa grasplen, leggja flisar og standa einsamallir úti á trappuni og roykja. Vit høvdu funnið saman aftur. Vit sum allir vóru vaccineraðir við eini tandberg plátuspælaranál og frá tí tíðini tá menn vóru menn og ein Bullworker var ein hóttan móti frisuruni (tá hárið kom í millum fjaðrarnar) Tá rom bleiv blandað við cola frá einari Sodastream maskinu, tá Rabalderstræde var mest spælda lag í juke-boxini í Ullebar. Vit stóðu har saman við fleiri túsund øðrum fólkum.
Straight Ahead legði fyri við "Jungle",  Tit sum hava rocksøguna uppá pláss vita, hvat eg tosi um, tá eg sigi Jungle, tit sum ongantíð hava hoyrt tað fyrr, gloym tað, og fyri tykkum sum hava gloymt ella fortrongt fortíðina, tá tit fingu hús, bil, børn og kýska konu, gott arbeiði og egið kontór, so kann eg uppfríska minnið og siga, at Jungle er á Lp´ini Out of the Blue, hin við tí stóra flúgvandi tallerkinum á permuni, ein varði í rocksøguni.
So komu hittini bóltandi. Heading for Disaster, Tú veitst, Vit fara út nú, Well Alright, Komið øll við; og vit stóðu Veðrabundnir. Tað stóðu nakrar ungar gentur skamt frá okkum, gentur sum eru uppfløskaðar við tónleiki frá MP3-arum og fløgum, og onkur av okkum var eitt sindur afturhaldandi, serliga vinmenninir Olli og Polli, sum ætlaðu at scora, men Straight Ahead spældi brynjuna av okkum, vit góvust at halda búkin inni og byrjaðu bara at drekka og skrála sansaleyst.
"For helviti er tað satt" ýldi ein undir liðini á mær."Kanst tú ikki klípa meg, er hetta ikki bara ein dreymur. Gev mær ein smakk av ølini, Up in the cool clear air I fly" skrálaði hann, og áðrenn eg kláraði at siga Hare Krishna, hevði hann tømt ølina.
Jørgin Dahl kom á sinni sum eitt grótomanlop av Vágsheygnum og legði saman við bólkinum Straight Ahead rock grundarsteinin í Klaksvík tíðliga í 70´árunum og fekk øll hini rockorkestrini í Føroyum at ljóða sum Skopunarsystrarnar. Fyrstu ferð eg upplivdi Straight Ahead, var eitt kvøldi eg var farin oman í kioskina hjá Hans at keypa mær eitt Sølvpil. Tá sá eg nakrar síðhærdar unglingar bera instrument inn í biografsalin, og seinri segði onkur fyri mær, at tað var orkestrið Straigh Ahead, og tveir av teimum kendi eg. Ein búði beint niðanfyri hjá okkum, og ein hevði eg sæð mussað eina gentu beint omanfyri hjá okkum, so tað var heilt natúrligt at eg bleiv Straight Ahead fjeppari.
Hetta góða summarfestivalkvøldið, tá eg varð skræddur sundur í millum fortíð og nútíð, byrjaði annars við upphiting úti hjá mær sjálvum. Eftir at hava rikið øll konufólk á dyr og erklerað matrikulin 100% østrugenfrían, knappað ølirnar upp, hálað tundurproppin av einari Lagavullin, givð øllum plátunum ein umgang við plátureins, knappurin til 45 aktiveraður og volumuknappin í ein beinan eystan, byrjaðu vit við skránni hjá Straight Ahead. (Høvdu fingið settlistan frá Hera) Tað var gott og fløvandi at hoyra. Eitt sum tó lá í høvdinum var um Straight Ahead megnaði eina afturkomu. Teir gjørdu tað í 1989, til stóru konsertina "aftur í 70ini" í KÍ høllini (okkara Woodstock) men megna teir tað aftur aftur til summarfestivalin?
Jú,  tað kláraðu teir. Presist spæl, stórfingið sving, sligið upp á pláss av Høgna Klakkstein (halt kjaft, sum hann er góður) og góð kemi. Hóast eitt sindur friðarligir á pallinum, so riggaði tað eisini tá Sir Archi dró sítt fender bass-svørð fram á pallstromina og fór í  hólmgongu við Mikkjal Hvannastein, besta rockguitarist eg havi hoyrt leingi. Og allir sóu út til at nýta tað. Tað gjørdu vit eisini.
Og tað var gott.
Stórbært.
Ríkt.
Og so, alt ov knappliga, alt ov skjótt, alt ov tíðliga var tað liðugt!
Straight Ahead takkaði fyri seg!
Vit takka eisini fyri okkum. Vit bukka knøini og vit drýpa høvur niður í ævinligum takksemi, takklæti fyri at tað untist okkum enn einaferð at hoyra Straight Ahead.

Takk.

Andras Sólstein