Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barsskor siglir gomlu fergurutuna

Oliver Joensen

Nú verður aftur møguligt blíva fergaður tvørtur um Vágna.

Í samband við Føroya Sjómannadag, ið verður komandi leygardag 20. August, fer fyrrverandi strandferðaskipið Barsskor, at sigla gomlu klaksvíksrutuna. Henda rutan var tvørtur um Vágna tvs. av Stongunum yvir á kaiina niðanfyri Skipafelagið. Barsskor fer at sigla 3 túrar, og kostnaðurin fyri ferðaseðilin verður tann sami, sum tá seinast rutan varð silgd tvs. 25 oyru. Túrarnir verða silgdir hesar tíðir:

Av Stongunum (Niðanfyri Shell)
kl. 9:30           
kl. 14:30 
kl. 17.00

Av Vestaru kai (Niðan fyri Skipafelagið)
kl. 9:45
kl: 14:45
kl. 17.15