Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar høvdu hvílidag ídag

Oliver Joensen

Vit frætta úr Makedonia at dagurin í dag hevur verið brúktur til at hvíla eftir strævnu dystirnar í hita, sum við hvørt er komin uppá 40 hitastig.

Vit hava tað øll gott, siga Petur og Palli í tíðindaskrivi til Norðlýsið. Kvinnurnar hava brúkt dagin ídag til at motivera seg til dystin ímorgin og í kvøld hava vit verið úti og etið "fínt", men prísirnir kunnu ikki samanlíknast við teir heimligu.
Seinasti dysturin skal leikast ímorgin, leygardagin, klokkan 16 føroyska tíð og hann verður ímóti vertunum fyri kappingini Makedonia. Liðið eitur ZFK Shkiponjat. Úr føroysku leguni ætla tey at fáa eitt heiðurligt úrslit ímorgin.
Norðlýsið fer at fylgja dystinum so væl sum tilber ímorgin leygardagin frá kl. 16.00.