Vit mugu biðja lesaran um umbering tí framvegis eru tekniskir trupuleikar við nordlysid.fo
Hóast vit fyri einari viku síðan her á síðuni søgdu at nú var heimasíðan aftur fult virkin, so vísti tað seg skjótt at hetta ikki skuldi halda stik.
Teknisku trupuleikarnir hava gjørt tað sera trupult hjá okkum at dagført síðuna og tíanverri mugu vit aftur í dag staðfesta at skipanin ikki enn er komin í rættlag.
Fyri lesaran merkir hetta at síðan í heilum er burtur av netinum og fyri okkum hevur tað sum sagt verið ógjørligt at lagt út á heimasíðuna.
Vit kunnu lítið annað enn biðja lesaran um at halda okkum til góðar, men vinir okkara hjá Dynamicpaper arbeiða við trupuleikanum og vit kunnu bara vóna at teir loysa hann skjótt.
Vit royna tó við jøvnum millumbilum at leggja út á síðuna.
Norðlýsið




