Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarstevnur

John William Joensen

Leygardagin, ímorgin, verður skipað fyri triðju summarstevnuni í Klaksvík í ár og harafturat hevur eisini verið skipað fyri stevnu aðrastaðni í Norðoyggjum.

Í nógv tey seinastu árini hevur spurnartekin verið sett við virðið av gomlu stevnunum nú á døgum og ført hevur mangan verið fram, at tær gomlu stevnurnar hava ikki í nóg stóran mun evnað at broyta seg eftir tíðini og tí hevur verið spurt um tíðin ikki er komin har vit gera broytingar, tí vandi er fyri at fólk troyttast av traditionella stevnumynstrinum og at stevnurnar harvið missa størsta stevnumiðið, nevniliga at fólk hittast.
Ætlanin hjá fyrireikarunum av Sjómannadegnum ætla, at Sjómannadagurin ikki skal doyggja í egginum, men gerast nógv størri við árunum og møguleikarnir fyri øðrvísi tiltøkum sýnast vera óendaligir.
Eydnast tað, so hava vit tríggjar stevnur í Klaksvík, nevniliga Norðoyastevnu, Summarfestivalin og síðani Sjómannadagin.
Tá kundi tað kanska verið eitt hugskot at Norðoyastevnan bleiv broytt soleiðis at hon bleiv gjørd um til eina rættuliga kappróðrarstevnu. Sigast má, at hóast føroyingurin valla longur kann sigast at vera føddur við ár í hond, so hevur tjóðarítrótt okkara megnað at yvirlivað og hevur eisini megnað at mennt seg hesi seinnu árini.
Sjálvt um sjálvur kappróðurin hevur ment seg, so er synd at siga, at kringumstøðurnar, eitt nú umstøðurnar hjá áskoðarunum til hesa ítrótt hava sæð nakra menning, kanska tvørturímóti.
Í Klaksvík eru tey helst mong í ikki hætta sær oman á kappróðrarøkið tá kappróður er í Klaksvík, helst av ymiskum orsøkum, men kanska einamest tí at tað er sera óhugaligt at standa har í mannamúgvuni og hava vánaligt útsýni og harafturat vera í vanda fyri at vera troðkaður á sjógv um illa vil til.
Um vit nú gjørdu nakað við umstøðurnar hjá áskoðarunum, kundu vit kanska fingið eina heilt aðra hugaligari uppliving.
Her verður hugsað um, at Klaksvíkar Havn júst hevur gjørt eina stóra útfylling frá Norðborg og úteftir.
Tað átti nú at borið til at skipa soleiðis fyri, at áskoðararnir til kappróður onkusvegna fingu sitipláss til sína ítrótt og kanska eitt hálvtak útyvir at taka tað ringasta av veðrinum um veðrið er ólagaligt og kanska kundu vit flutt nógvar aktivitetir úr býnum annars til økið har kappróðurin fór fram.
Stutt sagt, vit kundu gjørt Vágna til eitt rættuligt kappróðrarstadion á Norðoyastevnu við stadionspeakara útvarpslurti og sjónvarpsskermum, soleiðis at vit kundu sitið í spenningi líka frá tí at kappróðurin byrjaði og til skotið brast á mállinjuni. Helst hevði eisini borið til at brúkt svimjiítróttina sum fyrimynd tá ið um steypahandan ráddi, soleiðis at vit fingu at síggja steypahandan til róðurin sum júst var liðugur, meðan við bíðaðu eftir næsta róðuri.
Vit eiga at verja um kappróðurin, men ikki minst eiga vit at endurskoða Norðoyastevnuna um hendan skal hava nakran møguleika í framtíðini.

Harleyfacadeacryl