Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir egndu línubekk

Oliver Joensen

Ove Frederiksen, sum stóð fyri línuegningini tá brot úr fólkalívsmyndum varð víst, helt at gamli bekkurin var ikki ólíkur egnimaskinuni.

Ein táttur á sjómannadegnum var at vísa brot úr fólkalívsmyndum og hartil høvdu vit fingið Biskupsstøðbátin saman við Ova Frederiksen og Jóan Jákup Hansen at egna og seta ein línustubba frammanfyri Stangabrúgvarnar.
Ímeðan egnikappingin fór fram, sótu Ove og Jakki á pallinum og egndu bekk. Línutrog høvdu teir eisini hjá sær og kík av gamla slagnum. Til agn høvdu teir høgguslokk og loyptar fliður. Tá teir báðir vóru liðnir at egna og Ove legði skeiðina omanyvir bekkin, helt hann fyri, at bekkurin var sera handugur at hava við sær í bátinum tí hann fyllti einki og eisini helt hann, at hugskotið við bekkinum var ikki sørt líkt mest nýmótans egnimaskinunum.
Meira um fólkalívsmyndirnar í Norðlýsinum fríggjadagin, har vit eisini frætta meira um fongin hjá Biskupsstøðbátinum.

Harleyfacadeacryl