Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennikapping á Viðareiði

John William Joensen

Sunnudagin 28. august kl. 15.00 skipar TREYSTI fyri rennikapping fyri børn og vaksin á Viðareiði

Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi, har tilmelding eisini fer fram á staðnum frá kl. 14.00. Tey vaksnu renna eitt umfar runt Viðareiði, sum er ein teinur uppá 2,7km. Børnini renna øll eftir Nýggjavegi. Tey minnu børnini renna 500m, sum er yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna 1.000m, sum er 2 ferðir yvir á Grømma og aftur. Luttøkugjaldið er einans kr. 20,00 fyri hvønn og letur Viðareðis Kommuna heiðursmerkir til nummar 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í øllum bólkunum, og hjá kvinnum og monnum. Fyrireikarnir siga at øll eru vælkomin at verða við.

Kappast verður í hesum bólkum:
Gentur & dreingir – f.1999 ella seinni – 500m
Gentur & dreingir – f. 1997-1998 – 500m
Gentur & dreingir – f. 1995-1996 – 500m
Gentur & dreingir – f. 1993-1994 – 1.000m
Gentur & dreingir – f. 1989-1992 – 1.000m
Kvinnur & menn – f. 1988 ella fyrr – 2,7km