Í einum hørðum og kontantum dysti ídag, har vakra fótbóltsspælið ikki var í hásæti, bjargaði KÍ sær sigur í Gøtu ídag.
Sigast má, at tað vóru trý kærkomin stig, sum KÍ kom aftur til Klaksvíkar við seinnapartin. KÍ byrjaði dystin væl og sýndi gott spæl fyrstu minuttirnar. Men eftir at Marek hevði lagt KÍ á odda, sýntist sum um at tað galt meira um at fáa bóltin í netið, hjá liðunum báðum heldur enn at sýna vakurt og skilagott fótbóltsspæl.
Seinna málið stóð Heðin á Lakjuni fyri og eftir at GÍ hevði minka um munin til 2-1 var Kí fyri stóran part í verjustøðu, hóast GÍ liðið var reduserað til 10 leikarar.
KÍ fekk nógv gul kort ídag í Gøtu og tað kann koma aftur um brekku í seinnu dystin. Men, men, sjálvandi gleðast vit um at stigini komu til Klaksvíkar ídag, tí uppgávan var alt annað enn løtt hjá okkara leikarum at skula vinna í Gøtu. Næsti dysturin er ímóti Skála, sum í løtuni er oddalið og væl kann vera at sigurin ídag hevur givið okkara leikarum blóð á tánna at koma enn longur fram á stigatalvuni. KÍ liggur nú sum nr. 7 í kappingini, so nú sær ljósari út.




