Vit kunnu ikki góðtaka at ÍSF samráðist við loftmiðlarnar um loyvi at senda frá føroyskum fótbólti.
Hetta er eitt prinsippmál og hava vit als einki álit á at leiðslan fyri ÍSF hevur førleika til at føra slíkar samráðingar, serliga tá hugsað verður um núverandi avtaluna, sum ÍSF smoygdi niður yvir føroyskan fótbólt.
Fyri føroyskan fótbólt er tað FSF, sum kemur at samráðast um hesi rættindi og Klaksvíkar Ítróttarfelag fer undir ongum umstøðum at góðtaka eina avtalu sum ÍSF av sínum eintingum ætlar at smoyggja niður yvir feløgini.
Tíðin er komin har til at Fótbóltsfeløgini fara at takað málið upp.
Klaksvíkar Ítróttarfelag
John William Joensen,
samskiftisfólk




