Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið í ferð við at drepa føroyskt andslív

John William Joensen

Síðani sjónvarpið og útvarpið var undirlagt somu leiðslu er stovnurin vorðin ein Dinosaurur, sum er í ferð við at traðka niður føroyskt mentanarlív meðan smáar snúltaraverður súgva seg fastan og hava lív og góðar dagar.

Tað er fallið mongum fyri bróstið hvussu ein pinku lítil bólkur av føroyskum samkyndum í Havn í samfulla viku fingið sín boðskap penslaðan út í kringvarpinum og í høvuðsstaðarpressuni væl hjálptir av politiskum oppurtunistum í løgtinginum.
Sum ein av fyriskiparunum av tiltakinum "Føroya Sjómannadagur", var tað hinvegin ein bardagi at fáa innivist í kringvarpinum og hinum høvuðsstaðarmiðlunum.

Fingu ikki innivist í sjónvarpinum
Sum fyriskipari av Føroya Sjómannadeg var tað m.a. mín uppgáva at fáa tiltakið lýst og tí var tosað við sjónvarpið og útvarpið umframt aðrar fjølmiðlar.
Avgjørt var at seta pening av til lýsingar í sjónvarpinum og í bløðunum og vikuna undan Føroya Sjómannadagi var m.a. lýst hvønn dag í sjónvarpinum.
Í góðari tíð settu vit okkum í samband við Sjónvarpið um at fáa tíðindini um Føroya Sjómannadag í Dag og Viku ella aðra líknandi sending, men tíðindaleiðarin í sjónvarpinum gjørdi greitt at eingin møguleiki var hjá Føroya Sjómannadegi at fáa innslag í Dag og Viku hóast vit lótu pening til lýsingar. Grundgevingin var at Dagur og Vika handlaði um myndir og hann dugdi ikki at síggja nakað myndavirði í einum innslagið um Føroya Sjómannadag í Klaksvík.
Tó lovaði programleiðarin at teir skuldu send fólk til Klaksvíkar at filma Føroya Sjómannadag tí hann helt at skráin fyri dagin sá sera spennandi út. Hetta lyfti helt programleiðarin ikki.
Útvarpið valdi tó at loyva einum innslagið í sendingini; Góðan Morgun Føroyar og í eini tíðindasending.

Kringvarpið tikið kvørkratak um Føroya Sjómannadag
Eftirfylgjandi kontaktaðu vit so ein lokalan upptøkumann, sum plagar at levera tilfar til sjónvarpið og tryggjaðu okkum at hann var til staðar til Føroya Sjómannadag. At hesin ágrýtni upptøkumaður var á staðnum var sera gott tí hvørki útvarpið ella sjónvarpið sendu fólk til Føroya Sjómannadag.
Hóast hetta so meta vit at umleið 3000 fólk vitjaðu Føroya Sjómannadag og hetta eru vit sera fegin um, og sjálvandi sendu vit sjónvarpinum tilfar, sum okkara upptøkumaður hevði frá degnum, og eisini fegnast vit um at vit fingu heilar fimm minuttir í endanum av degi í viku.
Av tí at upptøkurnar fevndu um heilar 6 tímar og sjónvarpið ikki var sinnað at gera meiri burtur úr, valdu vit at kontakta Televarpið og teir vóru sinnaðir at gera fleiri sendingar burtur úr tilfarinum og senda tað í Rás 1 í Televarpinum.
Men nú Televarpið kom uppí, vaknaði dinosaururin bráddliga úr svøvni tilfarið sum ongan áhugða hevði gjødist bráddliga til týdningarmikið tilfar sum eingin annar mátti sleppa at síggja ei heldur vísa.
Leiðarin fyri mentanardeildina í sjónvarpinum gjørdi greitt at talan var um eitt prinsipielt mál, og kundi hann ikki útleverað tilfarið uttan at tosað við stjóran fyri kringvarpið fyrst. Tá hesin var í Egyptalandi var neyðugt at  bíðja í eina viku til hann kom aftur til arbeiðis.
Undirritaði ringdi tó beinanvegin upp á fartelefonina hjá kringvarpsstjóranum, men hann var sera ivasamur.
– Føroya Tele hevur við Televarpinum flutt seg yvir á okkara økið og er nú beinleiðis í kapping við okkum. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til, og vit kunnu ikki hava fólk sum arbeiða fyri okkum, samstundis selja tilfar til kappingarneytan.
– Um upptøkumaðurin velur at selja tilfar baði til okkum og Televarpið verður tað hansara val, men so kemur hann ikki at arbeiða meira fyri okkum, vóru orðini frá stjóranum fyri Kringvarpið. Tó lovaði hann at takað málið upp tá hann kom heim, men kundi ikki lova okkum nakað tí talan var um prinsippir.

Drepa føroyskt andslív
At eitt tiltak sum Føroya Sjómannadagur fer framvið uttan at Kringvarpið vísir tiltakinum tað minsta av áhugað og síðani leggur hald á tilfar og kemur við hóttanum, sum hava til endamáls at forða fyri útbreiðslu av hesum lívsjáttandi mentanar tilfarinum, sum Føroya Sjómannadagur, er óskiljandi.
Eg kundi eisini fari inn á ítróttina har sami stovnur eisini hevur tikið kvørkratak um allan framburð og útbreiðslu av tilfarið, men tað verður ov rúgvu mikið at viðgera á hesum sinnið.
At so tey samkyndu í Norðurlandahúsinum  og nakrar røður í miðbýnum í Havn fáa serskiltar sendingar og vera viðgjørdar hvønn dag í kringvarpinum seinastu tvær vikurnar vísir ein hugburð, sum í løtuni tráðkar alt føroyskt andslív undir fótum.
Niðurstøðan er at redaktionella støði í kringvarpinum er rein hygga har tíðindafólk í inniskóm spasera oman í norðurlandahúsið, men ikki kundu hugsað sær at lati seg í gummistyvlar og farið ein túr norður til Klaksvíkar til Føroya Sjómannadag.

Sum partur av fyrireikarunum til Føroya Sjómannadag eri eg sera skuffaður tó eg ikki kann siga at hetta ikki var vantandi.

John William Joensen,
tlf 229682