icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vónadi sleppi eg at dekka Zidane

John William Joensen

sigur ein av klaksvíkingum á Føroyska landsliðnum, Rógvi Jacobsen; sum fyrireikar seg til dystin móti Frankarríki.

Tá vit fingu fatur á Rógva um hálvgun tvey tíðina í dag, hvíldu leikararnir seg.
– Vit gleða okkum sera nógv til dystin, tí vit hava frætt at øll áskoðararplássini eru útseld. Fronsku fyrireikararnir vænta 40.000 áskoðarar til dystin, so tað verður ein stór uppliving.

Hópurin ikki fastlagdur
Rógvi Jacobsen sigur at teir ikki enn hava fingið at vita hvussu føroyska liði kemur at síggja út.
– Serliga á miðvøllinum hava vit fleiri góðar leikarar, og tí er als ikki sikkurt at eg byrjið inni, men verið eg partur av føroyska miðvøllinum, so vóni eg at ein av uppgávunum verður at dekka Zidane
– Sum sagt so gleða vit okkum til dystin og er rokni eisini við at vit fáa eitt gott úrslit, tí vit kláraðu okkum sera væl móti teimum í dystinum á Tórsvølli.

Rógvi greiddi frá at í løtuni vóru 25 hitastig og at hitin væntandi verður tann sami tá dysturin byrjar.
– Vit spæla ikki fyrr enn kl. 21 franska tíð, og tí vóna vit at hitin ikki verður ein trupuleiki.