Klakkur hevði sløg 200.000 pund og Jákup B umleið 130.000 pund undan Íslandi
Frá stóru línubátunum frætta vit at fiskiskapurin undir Íslandi er sera góður.
Klakkur fekk sløg 200.000 pund við 10 setum.
Reiðarin á Jákup B, Grímur Lassen, sigur við Norðlýsið at fiskaprísurin er brúkuligur í løtuni.
– Tó eru útreiðslurnar til landing, agn og Olju tvífaldaðar. Serliga eru tað útreiðslurnar til landing sum eru farnar nógv upp síðani landingarmiðstøðin og fiskamarknaðurin vóru skild sundur í tvey feløg.




