Ætlanin er so vítt gjørligt at vit renna/ganga einaferð um vikuna, og áðrenn dagarnir gerast alt ov stuttir, verður møtt við fótbóltsskýlið hóskvøld kl. 19.
Eftir at hava verið í summarfrí møttust aftur nøkur upp til heilsurenning seinasta hóskvøld. Tað var ikki so væl kunna um at vit byrjaðu aftur, so fólk eru nokk umskilt. Einaferð um mánaðin er so meiningin at gera eina sokallaða test við tíðtaking so luttakararnir kunnu meta um nøkur framgongd er at hóma. Um minni enn 9 mánaðir verður rennandi undir lorvíksfjørð, so tað ræður um at koma í form.
Vælmøtt øll somul.
TREYSTI




