RC-felagið í Klaksvík hevur nú fingið eina sera vakra og góða tjørn uppi á Hálsi har góðir møguleikar eru at royna skipini hjá limunum.
Farið varð undir at gera eina tjørn uppi á hálsi í fjør. Eitt stórt arbeiði varð lagt í hetta og millum annað varð eisini ein vegastubbi gjørdur frá parkeringsplássinum á Hálsi og niðan á tjørnina.
Í vár fór so demningurin, ið stoyptur var at leka, og neyðugt var at grava uppaftur og tetta tað sum var fyrigingið. Samstundis avgjørdu limirnir í RC felagnum at hæðka demningin nakað og nú fyrst er tjørnin aftur full av vatni.
Tá vit vóru har uppi við myndatólinum mánadagin vóru limir í RC-felagnum við tjørnina og sigldu við modellskipum sínum og forvitnisligt sá tað út.




