Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mussaði dóttrina á opnum havi

John William Joensen

Tá formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum var í arbeiðsørindum hjá Nærabergi á fiskleið, nýtti hann høvið til at heilsa uppá sína egnu dóttur, ið er sín fyrsta túr til skips við Nærabergi.

Næraberg er á sínum næstseinasta túri undir føroyskum flaggi. Skipið hevur verið burtur í góðar tvær vikur, og fiskiskapurin hevur verið lakur. Leitað og roynt hevur verðið víða um, og litið og einki hevur verið at sæð. Næraberg er einasta skip, ið fiskar svartkjaft í løtuni. Hini skipini hava øll lagt um til aðra veiðu. Um 250 tons eru komin í lastina av frystum, og eini 80 tons av mjøli. Næraberg verur aftur á Klaksvík í vikuskiftinum, og síðani verður gjørt klárt til seinasta túrin hjá Nærabergi.

Nýtt skip
Áftana næsta túr verður gamli Næraberg sigldur til Norra, har fabrikk o.a. verður flutt yvir í nýggja og stásiliga skipið, ið skal avloysa gamla Næraberg. Talan er um Atlantic Navigator, ið er ímillum heimsins stórstu fiskiskip. Nýggi Næraberg fer væntandi í vinnu um árskiftið. Við nýggja skipinum verða um 100 fólk, og verður framleidslu- og goymsluorkan munandi økt í mun til verandi skip. Hetta verður ein spennandi verkætlan, ið kemur at hava alstóran tydning fyri Klaksvikina og Føroyar sum heild.

Tjaldrid hjá Næraberg
Sunnudagin seinasta var vaktarskipið Tjaldrið hjá Nærabergi við einum starvsfólki frá Heilsufrødiligu Starvstovuni. Tjaldrið førdi  Kristian Zachariassen umbord á Næraberg. Kristian tekur sær av at gera undirsjóvarkanningar av trolútbúnaði, og í hesum sambandi skal hann seta filmstól á trolið, so ein kann síggja, hvussu trolið stendur, og hvat fyriferst í økinum, har filmstólið stendur. Kristian skal vera við til túrurin endar.

Ein stuttlig søga
Á brúnni á Tjaldrinum stóð Ellintur Abrahamsen úr Fuglafirði, og á dekkinum á Nærabergi stóð unga dóttur hansara Henny, ið er sín fyrsta túr til skips.
Ellintur helt tað vera stuttligt at heilsa uppá dóttrina á feltinum, so avrátt varð, at hann skuldi við í mob-bátin hjá Tjaldrinum, ið skuldi føra Kristian umborð á Næraberg. Og umborð á Nærabergi bleiv Henny síðani sett í mob-bátin hjá Nærabergi, ið eisini varð loraður í havið.

Gav dóttrini ein muss og eitt klemm
Og mitt á Atlantshavinum møttust tey so, faðir og dóttur, umborð á mob-bátinum hjá Nærabergi, har tey fingu høvi til at mussa og klemma hvønn annan, og at práta saman í eina lítla løtu. Vit lata myndirnar, ið Jógvan Eliasen hevur tikið av hendingini, svara fyri seg, og ynskja Nærabergi góðan fiskiskap, tað ið eftir er av túrinum.