Líkamikið hvørja niðurstøðu løgmaður kemur til er sannlíkt at Phoenix málið endar í Føroya Rætti
Tann 22. august var fundur í Tinganesi millum umboð fyri Klaksvíkar Kommunu og Løgmann.
Sambært fundarfrásøgnini var notat frá Sjúrði Rasmussen, um íløguna hjá Klaksvíkar Kommunu í Phoenix Kapitaldienst Gmbh. til umrøðu.
Trupult at viðmerkja notatið.
Advokaturin hjá Klaksvíkar kommunu førdi fram á fundinum at teir høvdu ávísar trupulleikar við hvussu teir skuldu orða seg í málinum og høvdu teir tí heldur biðið um fund, heldur enn skrivliga at greiða frá støðuni. Í stórum vóru teir samdir í faktum sum tað var frágreitt í notatinum.
Men, tá ið tað snúði seg um løgfrøðiligu tulkingina vóru teir ikki samdir. Teir hildu, at hugtakið peningastovnur ikki kundi tulkast sbr. peningastovnslóggávuni, men mátti tulkast í einum nógv breiðari høpi frá einum kommunulógarhøpi, sum fevnandi um allar stovnar, sum vóru undir eftirliti av fíggjareftirlitinum ella sum innskot kundi setast í.
Advokaturin hjá Klaksvíkar Kommunu helt eisini, at tað at ongar neyvari reglugerðir vóru á økinum gjørdi, at kommunan stóð í eini ringari støðu. Eftir hansara tykki var heimild hjá landsstýrinum at skriva út kunngerðir um hetta í kommunustýrislógini § 47.
Advokaturin helt eisini, at kommunan fekk so illa fyrihildið seg til notatið, tá ið avleiðingarnar vóru skitseraðar sum fleiri alternativ. Teir vistu tá ikki hvat teir skuldu fyrihalda seg til og kommentera, tá ið ikki greitt var, hvat fyri møguleiki fór at verða valdur.
Ikki nøgd við handfaring
Advokaturin hjá Klaksvíkar Kommunu fanst annars at Løgmansskrivstovuni fyri at hava givið alment innlit í øll skjøl í málinum. Hann helt, at onkur undantaksheimild hevði verið at nokta almennum innliti sbr. innlitislógini. Hetta at alment innlit var latið kom illa við hjá kommuni; serliga tí at møguleikin at melda var nevndur í notatinum.
Til hetta svaraði ráðgevi hjá løgmanni, at kommunan var spurd um ummæli av innlitisumsóknunum og hevði í øllum førum ongar viðmerkingar havt og tí var innlit givið, eisini tí at heimildirnar at nokta innliti vóru ridlandi.
Kommunan strammar mannagongdi
Skrivarin hjá Klaksvíkar Kommunu greiddi Løgmanni frá, at kommunan sum ein avleiðing av Phoenix málinum hevði strammað mannagongdirnar í slíkum málum upp og at fíggjarnevndin (20.04.2005), býráðið (02.05.2005) og borgarstjórin (20.07.2005) í felag høvdu gjørt eina regulgerð fyri umsiting av fíggjarognum og skuld Klaksvíkar býráðs. Hann lat løgmanni eintak av reglugerðini.
Bíðjað verður eftir Løgmanni
Málið liggur í løtuni á borðinum hjá løgmanni. Roknast kann við at løgmaður kemur til eina niðurstøðu fyrsta dagin, men tað tykist rættuliga sannlíkt at Klaksvíkar Kommuna fer at royna málið í rættinum, tá kommunan ikki er samd við lógartulkingini hjá Løgmansskrivstovuni.




