Í samband við rokdystin á Sevmýru var fundur í dómarafelagnum gjárakvøldi
Dagfinn Olsen, formaður í Dómarafelagnum sigur við Norðlýsið at niðurstøðan frá fundinum í dómarafelagnum er greið.
– Tær reglur sum eru galdandi skulu fylgjast. Tað merkir at tá feløg ikki liva upp til trygdarkrøvini verður tað raportera til kappingarnevdina.
Spurdur um dómarar ætla at boykotta næsta leikufar sum tað annars hevur ljóða í høvuðsstarpressuni, sigur formaðurin í Dómarafelagnum at hetta als ikki kemur upp á tal.
– Vit fara ikki at boykotta nakað sum helst. Vit fara hinvegin at leggja størri dent á at fylgja við um feløgini halda tær reglur sum eru galdandi.
Dómari kann steðga dysti
Spurdur um hetta merkir at dómara fara at nokta fyri at seta dystir í gongd har eingir trygdarvørar eru, sigur Dagfinn at tað kann væl hugsast.
– Men eg trúgvi ikki at nakar dómari fer at nokta fyri at byrja ein dyst um hann kennir seg tryggan og tað gera dómarar vanligt.
– Vit hava tó havt afturvendandi trupuleikar á ávísum støðum og hesir trupuleikar skulu nú loysast.
Trygdarfólk
– Ein trupuleiki er eisini at sjálvt um feløg hava trygdarfólk so kemur tað ofta fyri at hesi als ikki kenna sína uppgávu.
– Tað stendur í reglunum at trygdafólk skulu fylgja dómara til dystirnar út og inn í hálvleikinum og síðani frá leikvøllinum.
– Sum dómari ert tað okkara uppgáva at døma dystirnar og tí kemur tað ikki upp á tal at boykotta dystir.




