Á fundi í FSF í kvøld hevur kappingarnevndin hjá FSF avgreitt málið víðvíkjandi rokinum á Sevmýru
Formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, vil ikki siga nakað um avgerðina í kvøld.
– Eg vil vissa mær at feløgini eru kunnaði áðrenn fjølmiðlarnir og tí má bíðast til í morgin, vóru einastu orðini hjá formanninum.
Norðlýsið skilir tó at munur er gjørdur millum partarnar, sum vóru uppi i rokinum, tvs. at teir fáa straff eftir tí sum kappingarnevndin metir er farið fram.
Tann metingin plagar altíð at taka grundstøði í dómarafrágreiðingini og so man eisini fara at vera í hesum førinum.
Eygleiðarin úr B36
Norðlýsið skilir at suðuroyingar eru sera skuffaðir av tí sum dómarin hevur skrivað og harafturat skilja teir ikki hvussu tað kann koma fyri at dómaraeygleiðarin sum hendan dagin var á Tvøroyri var úr B36.
Meira seinri




