Í Norðlýsinum nr. 32 frá 3. september í ár er samrøða sum John William hevur havt við meg og sum var í sambandi við ítróttarálitið sum herfyri varð lagt fram alment. Vinarliga hýs mær hesum reglum.
Norðlýsið – 700 Klakksvík
Nevnda grein er ein telefon samrøða við meg, í greinini eru orðingar og niðurstøður sum eg sjálvandi ikki havi ávirkan á, eins og eg ikki í øllum førum eri orðarætt endurgivin, herímillum tað sum stendur sum niðurstøða blaðsins um leiðslu og forseta ÍSFs.
Frá mínari síðu var ikki talan um at hetta var ein samrøða við meg sum aðalskrivara í FSF og umboðandi FSF, men ein persónlig samrøða, hinvegin er einki dulsmál at mítt dagliga yrki er aðalskrivari í FSF.
Tað sum eg havi sagt í nevndu samrøðu við Norðlýsið er mín persónliga meining og sum eg meti meg hava fullan rætt til at bera fram í einum sokallaðum frælsum samfelag, her vit framvegis hava tali og skrivi frælsi og vil eg inniliga heita á øll sum hava alsk til ítróttina um at stíga fram og siga sína hjartans meining, nú lagt er upp til viðgerð av ítróttarálitinum.
Míni sjónarmið byggja á langt ármál innan føroyskan ítrótt, eg var nevndarlimur og flestu árini frá 1973 til 1984 formaður í Klaksvíkar Kappróðrarfelag, limur í róðrardeild ÍSFs frá 1974 til 1979 harav tvey tey seinnu árini sum formaður. Formaður í Róðrarsambandinum tvey tey fyrstu árini 1980 og 1981 og í tíðarskeiðnum frá 1978 til 1981 stjórnarlimur í ÍSF. Formaður í Dómsnevnd RSFs frá 1984 til 1992, limur í fótbóltsdeild KÍs árini 1989 og 1990, starvsmaður í FSF frá 1992 og aðalskrivari í FSF síðan 1995. Við hesum førningi meti eg meg persónliga at hava rímuligan førleika at meta um føroyskan ítrótt, ítróttaráliti og herímillum eisini viðurskifti innan ÍSF.
Skuldi tað hent, sum eg tó ikki rokni við, at góða samstarvi millum FSF – føroyskan ítrótt og almennar stovnar, fær eitt skot fyri bógvin av míni persónligu áskoðan um føroyskan ítrótt, opinleika og hvønn veg eigur at gangast, so má tíverri viðurkennast, at tað helst er meira hald í mínum uppáhaldi um, at greiður skilnaður eigur at verða millum politik og ítrótt.
Tøkk fyri upptøkuna.
Við ítróttakvøðu
Ísak Mikladal




