Starvsvenjing hjálpir næmingar við at hugsa meir um framtíðina.
Eg haldi sjálvur, at tað er gott at senda næmingar í starvsvenjing, tí so kunnu teir verða eitt sindur meira til reiðar at klára seg sjálvi, tá ið teir fara úr skúlanum. Tí tá ið man er í starvsvenjing, lærir man, hvussu tað er at arbeiða sum tey vaksnu.
Og at fara í starvsvenjing ger tað eisini lættari at hugsa um, hvar man fer at arbeiða, tá ið man verður vaksin.
Mær dámar sjálvur væl at vera í starvsvenjing, sjálvt um man arbeiðir dagin langan.
So leingi tað er eitt arbeiði, sum mær dámar, er tað deiligt at vera í starvsvenjing.
Men tá ið man skal velja, hvar man skal fara í starvsvenjing, haldi eg, at man skal helst velja okkurt arbeiði, sum man heldur seg bæði duga og dáma. Og eg haldi ikki, at man altíð skal døma starvsplássið eftir útsjónd.
Tað er ikki altíð gott at hugsa: Hatta starvsplássi man vera keðiligt at arbeiða í. ella Á hasum starvsplássinum man tað vera ordiliga stuttligt at arbeiða., tí man veit ongantíð hvussu tað er á einum starvsplássið, fyrr enn man hevur verið í starvsvenjing. Man kann ikki vænta, um tað fer at vera stuttligt ella keðiligt at fara í starvsvenjing.
Tað kann gott vera stuttligt, men tíverri kann tað eisini vera keðiligt.
Og man fer ikki altíð at gera tað, sum man væntar, tá ið man fer í starvsvenjing.
Eirikur Biskopstø, praktikantur í Norðlýsinum




