Abbi og navni hansara, Petur, lærdi hann at taka gjólingar og segði honum, at fyrr var tað ikki roknað fyri synd at biðja sær gimbur, og hendan lærdóm nýtir Petur. Petur plagar at vera í rættini á Fornagørðum hvørt vikuskiftið
Tveir dagar eftir Mariumessu síðari, Leygardagin hin 17. sept. verður Petur Simonsen 30 ár. Petur er sonur Hildigunn hjá Petur hjá Hildu og Helga hjá Hanus á Gørðum. Megnar fólk, mentað fólk bæði tvey. Petur er væl kendur í Klaksvík, og hevur hann verið ein fongur fyri býin. Ein rættur býarsonur.
Sum sjónleikari er Petur roknaður ímillum teir bestu, og er nakað í umbúnað á tí økinum, so eru boð eftir Peturi, tann frálíki framberarin hann er av skemti til hugna. Var í nógv ár ein av hornasteinunum í tí vælumtókta norðoyastevnuteitinum. Er nú ein av framherjum vinnulívsins.
Umframt hetta er Petur eisini ein framúr hornblásari, og hava hornblástraráhugað kunnað notið hansara mjúku vala tónar runt um landið í fleiri ár.
Hóast Petur ber dám av mildi og lítillætni, so smæðist hann tó ikki burtur, tá stórar avgerðir skulu takast, eg hugsi um KÍ, har hann sleit sínar barnaskógvar og nú slítur sín heila fyri at hjálpa og taka eina hond við.
Tó at Petur nú fer um tey tríati, so er hann stakur. Abbi og navni hansara, Petur, lærdi hann at taka gjólingar og segði honum, at fyrr var tað ikki roknað fyri synd at biðja sær gimbur, og hendan lærdóm nýtir Petur. Petur plagar at vera í rættini á Fornagørðum hvørt vikuskiftið. Sjáldsama gott seyðaeygað. Tíðum er hann á rætt hjá Uppsalamonnum, uppi við Trøllagil. Men hann gremur seg um, at teir hava alt ov gamlan seyð, alt ov nógvar gamlar ær. Tá dámar honum betri í rættini hjá Vágsmonnum á Fornagørðum. Onkuntíð roytir hann bara onkran gjóling burturúr rúgvuni, og einahelst plagar hann at taka teir til tað heldur minni rættina úti á Torvgøtu, har hann høgligari og í frið og náðum fær kannað gjólingarnar meira gjølla. "Tað skal vera hvørt eftir ørðum" plagar hann at siga, tá hann hevur handlað eina í rættini úti á Torvgøtu. Okkurt hevur verið ov klæntrasligt, ullferðin ikki í lagi, okkurt hevur verið fyriseymað, okkurt kundi kanska verið uppslept, osfr. osfr. Ofta er tað leingi at finna gjólingarnar, men tað fer heilt vist at eydnast Peturi eisini. Í seinastuni er hann farin av haga. Hann sigst at halda so nógv av eini lambaær sunnanfyri Hórisgøtu, kanska hon verður tikin sum jólaær í ár.
Einaferð í summar, eina avbera fagra hugtakandi kvøldløtu, har dýrd og friður bóru á øllum, sat eg einsamallur eygleiðandi og hugsandi um verur í lívinum. Sum eg soleiðis sat – borin uppi av hugaheiminum, hoyrdust spakmælt og kát ljóð í túninum, tá vóru tað Petur og vinmenn, sum komu á gátt. Altíð hugnaligt prát og góða samanumtøku av vikuni, sum brátt fór um sýn, og onnur væntandi um næstu sýn, bert halgan og ein túr í rættina lá ímillum. Tá tók Petur til og segði, at hann manga baldruta nátt hevur havt á fjalli. Onkuntíð ikki fingið fatur á nøkrum gjólingini, áðrenn rættarportrið var upplatið, so hann ofta var noyddur at ganga eftir sovorðnum leysum. Kanska taka okkurt uttanrætta í morgunlýsingini. Hóast hetta, so hevur hann altíð møtt til arbeiðis, tá verkadagurin aftur byrjaði, og tað er ein góður eginleiki.
Einaferð seinasta vetur, um veturnætur, tá vetrarfagurleikin var av tí fagrasta, var eg mær fyri stórari hending. Eitt følv fjaldi foldina. Víkin lá í stilli. Dýrdarveður. Hálvmáni á luftini. Streymlíkindini av teim bestu. Veiðimaðurin svevur ikki slíkar løtur av sær, og tað gjørdi Petur heldur ikki, men boðaði til útrógvar við m/s Ingrid. Soleiðis fóru vit, skyldmenninir báðir út at rógva. Gott at sleppa at takast við annað enn tað hvønndagsliga. Vit riggaðu til á veg úteftir, men um Torvklett søkti hugaheimurin aftur at mær. Mær dámdi hendinga væl hesa myndina, hetta var lívsins veruleiki – myndin um veiðimannin og havið – hugsandi sálmaørindi, "Nu flyver jeg til din nåde", men eg hevði einki at óttast, eg var í tryggum hondum, tí Petur helt um stýrisvøl, og hann hevur gott ættarbregði til at søkja havið og fiskin. Vit høvdu avbera góðan túr. Fingu gyltan fong.
Nú hesi hugarensl hava strokið framvið og eru endað, havi eg bert gott at bera Peturi framyvir á lívsleið síni. Tillukku við teim tríati árunum, frægi kappi.
Skyldmaður av Uppsølum




