Bygdaráðslimir í Sands Kommunu vilja einki siga um málið viðvíkjandi skrivaranum
Her fyri kom Innlendismálaráðin til tað niðurstøðu at uppsøgnin av Kommunuskrivaranum hjá Sands Kommunu ikki var lóglig, og tá vit vendu okkum til bygdaráðslimir á Sandi vóru teir samdir um einki at siga um málið.
Páll á Reynatúgvu, bygdaráðsformaður, sigur at málið verður umrøtt á komandi bygdaráðsfundi.
– Eg vil ongan viðmerkingar gera til málið tí vit fara fyrst at viðgera tað á komandi bygdaráðsfundi, var einasta viðmerkingin.Og bygdaráðsformaðurin hevur fulla undirtøku frá hinum bygdaráðslimunum, sum als einki vilja viðmerkja í málinum, men vísa til bygdaráðsformannin.




