Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pipar & Salt í Klaksvík

John William Joensen

Nú koma teir!! Tað hevur gingið striltið at fáa greiðu á, um teir koma ella ikki; og nær – Nakað sum sambandið við "Skeiva Hellið" – alt er ivasamt, men spennandi.

Pipar & Salt vera í KÍ-høllini 1. oktober 2005 kl. 21.00. Atgongumerki fáast á Statoil Støðini í komandi viku – Kostnaður kr. 160,-
Pipar & Salt hava herjað rættiliga illani í Tórshavn og í Suðuroy. Sum liður í útoyggjamenningini, hava teir nú valt at koma til Klaksvíkar eisini. Onkur heldur fyri, at hetta samstundis er fyri at sláa metið hjá Summar-festivalinum, har meir enn 8.000 áhoyrarar vóru.
Longu nú heva umleið 8000 sæð og hoyrt Pipar & Salt. So eftir Klaksvíksferðina hava kanska smá 10.000 verið vitnið til Føroya besta undirhald.
Tað verður bert tann eina sýningin í Klaksvík..