segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri m.a. í røðu síni.
– EG veit ikki um vit kunnu siga hetta er ein stórhending, men hetta er í øllum førum ein søgulig hending og eitt neyðugt stig sum er tikið fyri Árnafjarðar bygd.
Viðvíkjandi tí framhaldandi vatnútbyggingini hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur kommunan í seinastuni arbeitt við nøkrum veruligum uppskotum viðvíkjandi sóttvatnsveiting til bygdina Árnafjørð.
Hetta er triðja reinsuverkið hjá Klaksvíkar Kommunu. Fyri júst seks árum síðani varð fyrsta reinsuverkið við Ánagjógv tikið í nýtslu, og fyri fýra árum síðani kom næsta reinsiverki niðan Horn.
Eftir at tosa varð við nakrar Árnfirðingar, so var hin mest áhugaverda ætlanin, vatnið frá Stórhøvdaánni, sum møguliga ongantíð tornar upp.
Uppskotið til hesa verkætlan gongur í stuttum út uppá, at ein nýggj vatntøka í Stórhøvdaánni, varð gjørd á uml. 114 m hædd og haðani íbundin í eina sjálvreinsandi sílu.
Síðani varð haganífrá, løgd ein vatnleiðing oman til landsvegin til eina trýstreduktiónsstøð, og haðanífrá oman til bygdina, og íbindin tað kommunalu vatnleiðingina niðri í bygdini.
Síðani liggja rørleiðingar frá reduktiónsstøðini og niðan til reinsiverkið og goymslutangan.
Góður møguleiki skuldi eisini verið, um neyðugt, at fingið Stóránna, sum rennur millum bergholini, koblaða til reinsiverkið.
Við omanfyrinevndu samanseting skuldi Árnafjørður verið væl fyri víðvíkjandi rávatntilrenning og sóttreinsaðum vatni til bygdina.
Men møguleikin fyri at vit kunnu náa tey ytstu mørk viðvíkjand frosti og turki er sjálvandi til staðar.
Árnafjørður hevur frammundan fingið vatn úr Breiðá, men nú henda verkætlanin er sett í verk, er skrúva fyri vatninum hiðani frá.
Eisini er skrúva fyri vatninum frá einum privatum felag, sum leveraði vatn til húsini inni í bygdini.
Sostatt fær nú øll bygdin vatn frá hesum nýggja reinsiverkinum í Àrnafirði
Skal við hesum ynskja øllum Árnfirðingum hjartaliga tilukku við degnum, við vón um at hetta kemur at gagna øllum íbúgvum í ÁRNAFIRÐI.
Vónið eisini at framleiðsuvinnan her í Árnafirði kemur at reisa seg aftur, so eisini hon kann fáa nyttu av reinsuverkinum, tí treytin fyri góðari framleiðslu er reint vatn.
Til seinast fari eg at takka fyri og nevna tær fyritøkur sum hava verði við í hesu verkætlan, og gjørt eitt sera gott arbeiði.
Sp/f HP-smíð, hevur gjørt húsið til reinsiverki JT electric hevur gjørt alt el-arbeiðið NOMATEK, hevur montera, levera reinsiannlegg, sum rør, sandfiltur og UV-filtur v.m. sp/f Dorus S. Johannesen, gjørt vatntøku, grevstur, uppseting av Reduktiónstøð lagt vatnrør millum ventilhúsið og vatnverkið.
Svend Krosstein, hevur levera goymslutanga. Sp/f Martin E Leo projektera
Henda verkætlan kostar tilsamans 1,3 mill.kr.




