segði formaðurin í Teknisk nevnd, á samkomu við nýggja reinsiverkið í Árnafirði
– Eg fegnist um tann leiklut sum Árnfjarðarnevndin hevur havt í samband við at bygdin nú hevur fingið nýtt vatnreinsiverk.
– Nevndin hevur gjørt eitt sera gott arbeiði og tí kunnu vit í dag fegnast um úrslitið.
– Kristian Fríðrikk segði eisini at arbeiði við at byggja vatnreinsiverk fór at halda fram, tí nú eru bygdir í Kalsoynni eisini partur av kommununi og tí fór næsta reinsiverki hjá Klaksvíkar Kommunu at standa á Kalsoynni.




