Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglfiringar fóru við øllum

John William Joensen

KÍ liði hevði ein kollektivan off-dag og sigurin hjá ÍF var fult uppiborin

Eingin glotti at hóma á KÍ liðnum, tá KÍ og ÍF í vindi og regni stríddust um tíðandi stig í botnstríðinum, sunnudagin í Klaksvík.
Undan dystinum var ivasamt um dysturin fór at vera leiktur, men veðrið batnaði so mikið at dómarin helt tað vera ráðiligt at gera eina roynd.
Men líkindini vóru ikki til flótandi fótbóltsspæl og tí gjørdist dysturin heldur ongantíð nøkur fótbóltsuppliving.
Baði liðini høvdu sama útgangs støði til dystin, sum var at verja og koyra skjót kontra álop, men tað tyktist sum fuglfiringarnir vóru meira avgjørdir í nærdystunum.
Tá korter er spælt av fyrra hálvleiki kemur ÍF á odda við einum frágera góðum málið.
Ein hørð sending kemur inn fyri og Eyðun Rygshamar setur høvdi undir bóltin, sum brestur í netmeskarnar.
Nú broyttist fortreytirnar hjá klaksvíkingum og KÍ var noytt at koma longur fram á vøllin, men hetta gav hol í verjupartinum og fleiri ferðir leikaði hart á framman fyri KÍ málið. Meinhard í KÍ málinum stóð ein góðan dyst og tá farið var til hálvleik var tað beinleiðis heppið at ÍF einans hevði eina 1-0 leiðslu.
Í seinra hálvleiki royndi KÍ at venda dystinum, men hóast liði stóð betur á miðvøllinum so hevði KÍ stórar trupuleikar at koma fram til málmøguleikar.
Miðskeiðis í seinra hálvleiki missur KÍ bóltin í vinstru síðu, fuglfiringar kontra og Syllah Ahmed smekkar bóltin í netið til 2-0 og harvið var dysturin avgjørdur.
KÍ hevði nakrar málmøguleikar móti endanum av dystinum, men sigurin hjá fuglfiringum var fult uppiborin.

KÍ liði
Einasta broytingin á KÍ liðnum í gjár var at Niclas Niclasen byrjaði inni fyri Jan Andreasen sum vegnað arbeiði ikki hevði verið til venjing alla seinastu viku.
KÍ liði hevði ein kollektivan offdag sunnudagin. Innsatsurin hjá einstøku leikarunum var lagt undir tað vit hava sæð í seinastuni. Hetta kann kanska eisini partvís góðskrivast fuglfiringum sum mann móti manni vunnu nærdystirnar.
Tapið móti ÍF hevur samstundis gjørt støðuna hjá KÍ truplari nú einans trí leikumfør eru eftir í Formuladeildini.
ÍF er nú farið 1 stig fram um KÍ og hevur nú 25 stig.
Síðani er tvey stig frá KÍ niður til GÍ og fýra stig niður til VB á níggjunda plássið. Niður til TB eru 6 stig.
Einki av nevndu liðum kann kenna seg trygt fyri niðurflyting og fyri KÍ merkir hetta at liði skal hava í minsta lagi trí stig í seinastu trí umførinum fyri at tryggja sær undan at enda í niðurflytingarbólkinum.
Komandi tvey vikuskiftini skal KÍ leika móti B36 og HB í Gundadali og hóast uppgávan kann tykjast stór so eiga vit at fáa stig burtur úr hesum dystum um leikarar lyfta seg upp at á tað støði sum teir hava víst undan dystinum hetta vikuskifti.
Men tað sær út sum um at einki verður avgjørt fyrr enn í seinasta leikumfarinum og tann dysturin verður so á heimavølli móti NSÍ.

Liðskiparin trýr upp á liði
Í ítróttarsendingini hjá ÚF í gjárkvøldi segði KÍ liðskiparin, Heðin á Lakjuni at eingin á KÍ liðnum kundi vera nøgdur við innsatsin móti ÍF.
– Vit høvdu ein offdag, men fara uttan iva at reisa okkum aftur til dystirnar í Gundadali.
– Eg trúgvi upp á at vit fara at venda gongdini aftur, segði ein avgjørdur KÍ liðskipari, og vit fara at stuðla honum í hesi útsøgnini.

Koyr á KÍ