Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, røða á vinnudegnum 23. september 2005: Føroyar skulu vera virknar á altjóða pallinum

John William Joensen

At halda seg uttanfyri dugir ikki og tað dugir als ikki hjá smátjóðum við lítlum heimamarknaði, segði Bjørn Kalsø á Vinnudegnum

Góðu vinnulívsfólk, gestarøðarar og luttakarar allir. 
Eftir fáum árum er tað vorðið siðvenja, at hetta er dagurin, har vinnulívsfólk úr øllum landinum koma saman at viðgera stóru málini. 

Møguleikar, avbjóðingar og trupulleikar. 

Tað er gott og lívsneyðugt at søkja sær inspiratión frá øðrum, og vinnudagurin hevur øll árini havt eina hepna hond við tí, sum útvarpslýsingarnar fyrr plagdu at kalla fremmandir talarar. 

og kanska serliga Hetta hava altíð verið viðkomandi spurningar, men teir eru tað meira í einum opnum og alheimsgjørdum heimi. 

Fyrr kundu vit siga, at tað, ið er avbjóðingin hjá grannunum ídag, verður okkara avbjóðing í morgin. Her var ávís tillagingartíð. Í globalu landsbygdini eru avbjóðingarnar mangan tær somu um allan heimin samstundis. Tillagingartíðin gerst lítil og eingin. 

Sjálvandi kunnu kappingartreytirnar vera ymiskar, tí lønarlag ella náttúrugivnir møguleikar ikki eru eins. Men nógv viðurskifti eru eins, og verða alsamt meira eins. Mann tað til dømis verða stórvegis munur á hugsunarhátti og framtíðardreymum  hjá føroyskum ungdómi og ungdómi á meginlandinum. Í eini tíð, har alnótin er stórsta kelda til íblástur, trúgvi eg ikki.

Sum frálíður kann hugsast, at tað fer at renna saman millum krøvini, ið umheimurin setir, t.d. til okkara fiskaframleiðslur, og krøvini, sum eitt nýtt ættarlið av føroyingum fer at seta. Lokali brúkarin fer at seta global krøv.

Mótaorðini í tíðini, tey sokallaðu , eru mong og fjøltáttað. Stundum hoyra vit orð og hugtøk, sum eyðkenna eitt rák, ið ikki hevur fingið eitt ítøkiligt innihald. Við tíðini gerst innihaldið klárari. Tak bara broytingina í hugtakinum burðardygg menning, sum í Brundtland frágreiðingini í áttatiárunum hevði ein smalan umhvørvistýdning til ídag, nú hugtakið fatar um umhvørvi, búskap og sosial viðurskifti, samstundis sum tað er gjørt ítøkiligt og operationelt, m.a. í okkara egnu lóggávu um vinnuligan fiskiskap.

Vit hava helst øll eina hóming av, hvat altjóðagerð og alheimsgerð fata um. Uttan at fara í smálutir kunnu vit bólka orð, hugtøk og umstøður sum marknaðaratgongd, fríhandil og lágan flutnings-kostnað sum eyðkenni fyri alheimsgerðina. 

Viðhvørt kann ein fáa ta fatan, at hesi rákini, sum vit ikki sleppa undan, eru rótin til alt ilt og fáa skyldina fyri alskyns vanlukkur, sum raka okkum og okkara búskap. 

Her veldst sjálvandi um fokus og perspektiv.

Hyggja vit eftir vandum, síggja vit vandar. Hyggja vit eftir møguleikum, síggja vit møguleikar. 

Tá tað kemur til møguleikar, eru vinnulívsfólk ikki ólík mótaorðunum, sum eru har, áðrenn tey hava fingið eitt innihald. Framfýsin vinnulívsfólk síggja møguleikarnar, áðrenn møguleikin veruliga er komin í eygað. 

Okkara fiskivinnusøga er full at dømum um vinnufyritøkur, sum sóu møguleikar á fjarleiðum. Áðrenn strandalondini í sjeytiárunum løgdu meginpartin av havsins fiskigrunnum undir seg, var fiskiskapur á fjarleiðum mest týðandi táttur í búskapinum. 

Hóast tað helst er rætt, at føroysk reiðarí og myndugleikar seinastu árini hava gjørt ov lítið við at søkja sær veiðumøguleikar á sunnaru hálvu, má helst ásannast, at vakstrar-møguleikarnir í alheims-gerðini bara í avmarkaðan mun liggja í veiðu-møguleikum.

Heldur eiga vit at seta á stovn fyritøkur í øðrum londum, senda starvsfólk út á fremmandar marknaðir, menna okkara framleiðslur til nýggjar marknaðir og so framvegis.
 
Her hava vit helst verið ov varin. Men eisini her er broyting um at koma í.
 
Í hesum døgum síggja vit ikki bara, at útlendskar fyritøkur keypa seg inn í føroyskt vinnulív og at útlendskir peningastovnar seta seg niður í Føroyum.
 
Vit síggja eisini føroyskar vinnulívsmenn, sum stovna fyritøkur í útlondum, og føroyskar peningastovnar, sum fíggja vinnuligt virksemi í útlandinum.
 
Serliga hugaligt hevur verið at fylgt Føroya Sparikassa. Hesin peningastovnurin, sum fyrr var ímyndin av varsemi, har 1. veðrættur í fastogn og persónlig borgan gingu hond í hond, fíggjar nú føroyskt vinnuátak í baltalondum.
 
Vónandi er hetta byrjanin til eitt rák, har føroyskt vinnulív og føroyskir peningastovnar taka lógvatak saman fyri at gera góð hugskot til veruleika. Tað góða hugskotið hevur uppiborið at síggja dagsins ljós, uttan mun til um sólin rísur yvir oyggjarnar ella niðri á evropeiska meginlandinum.
 
Tað almenna má sjálvandi stuðla undir, at vinnulívið fær møguleikar og karmar at taka við avbjóðingunum í alheimsgerðini. 
 
Visjón 2015 er um nakað ein staðfesting av, at Føroyar skulu vera virknar á altjóða pallinum. At halda seg uttanfyri dugir ikki  og tað dugir als ikki hjá smátjóðum við lítlum heimamarknaði.
 
Týðandi táttur í Visjón 2015 er at styrkja almenna útbúgvingarstigið, soleiðis at arbeiðsmegin í fram-tíðini gerst betri skikkað til altjóða uppgávur.
 
Samstundis síggja vit, at okkara ungdómar í alsamt størri mun søkja sær útbúgvingar víða um í heiminum. Hetta er mennandi og positiv gongd, hóast onkur vil hava møguleikarnar avmarkaðar til eina trongdskygda fatan av vinnuførleika. Ein vandamikil tanki í eini tíð, har upplivingar og mentan sigast vera skjótast vaksandi vinna.
 
Eisini í aðrar mátar eigur tað almenna at brynja seg til størri altjóða leiklut. Serliga átroðkandi verður, at vit í álvara viðgera okkara luttøku í evropeiskum og altjóða samstarvi, soleiðis at vit fáa optimala marknaðaratgongd, møguleikar fyri at taka lut í granskingarsamstarvi o.s.fr. 
 
Sjálvandi veit eg, at alheimsgerðin eisini hevur við sær vandar og avleiðingar. Hesir mugu tó taklast sum avbjóðingar, ið vit mugu taka upp, tí sum nevnt fleiri ferðir: vit sleppa ikki undan alheimsgerðini. Standa vit uttanfyri, revsa vit bara okkum sjálvi eins og kinverjar, tá ið teir byrgdu seg inni aftanfyri múrin.
 
 
Góðu áhoyrarar.
 
Tað eru fjøruti ár síðani Bob Dylan sang: The Times They are A-changin. Einasti munurin millum tá og nú er, at broytingarnar hava størri ferð.
 
Í vísindini er kaos ikki kaotiskt, tí vísindamenn síggja mynstrini í ruðuleikanum, og tá ber til at ávirka útfallið.
 
Vit sleppa ikki undan framtíðini og vit sleppa ikki undan broytingum.
 
Kendi bretski vinnufilosoffurin, Charles Handy, sigur, at vit kunnu minnast fortíðina og vit kunnu eisini hátíðarhalda hana, um vit vilja. Men vit mugu ikki lata fortíðina standa í vegin fyri framtíðini, tí framtíðin verður annarleiðis enn fortíðin.
 
Fortíðin er farin. Framtíðina kunnu vit skapa og framtíðin er nú.
 
Góðan vinnudag og blíðan byrð.
 
Takk fyri.

Harleywoodpaint