Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar kunnu útflyta seyðaskinn til ES

John William Joensen

Váttan er nú komin um, at Føroyar kunnu útflyta seyðaskinn til ES. Sostatt skuldi einki verið til hindurs fyri, at føroyingar útflyta seyðaskinn longu í ár, um tey finna keyparar til skinnini.

Tað eru ávísar fyriskriftir, sum mugu fylgjast. Eitt nú skulu 21 dagar ganga, áðrenn móttakarin kann taka ímóti seyðaskinninum frá tí at seyðurin er flettur. Skinnini skulu eisini hava ligið fyri seg hesa tíðina og váttan frá djóralækna skal fyriliggja um hetta.
Málið var reist á fundi mánadagin 26. september millum Føroyar og eina ES-nevnd í aðalráðnum fyri heilsu- og brúkaramál. Á fundinum greiddu Hákun J. Djurhuus, sendimaður Føroya í Evropasamveldinum og Bjørn Harlou, landsdjóralækni, frá støðuni viðvíkjandi seyðaskinnum. Longu seinnapartin týsdagin kom váttan úr ES.

Treytir
Treytirnar fyri at útflyta seyðaskinn til Evropiska marknaðin eru, at ein djóralækni skal vátta, at seyðaskinnini ikki eru av seyði, sum hevði sjúku, ið kann smitta menniskju ella djór, ella at skinnini eru av seyði, sum er slátraður fyri at burturbeina sjúku, sum kann smitta menniskju ella djór.
Somuleiðis eru ásetingar um, hvussu skinnini skulu vera turkaði ella saltaði. Tað ber sostatt ikki til at útfylta fersk seyðaskinn til ES-marknaðin. Seyðaskinnini skulu heldur ikki hava verið í samband við aðra djóraframleiðslu ella livandi djór, sum eru í vanda fyri at bera smittu.

Til ber at síggja yvirlit yvir treytirnar í ES lóggávuni: Regulation (EC) n°1774/2002 of the European Parliament and of the Council of 3 October 2002, sum seinast er dagførd í 2005.