Tað eru teirbáðir Stig og Sammi Isaksen sum selja frystan fisk til danir.
Fyritøkan eigur Easyfisk og hevur fyritøkan gjørt avtalu við Norðfrá um at levera fisk til danska marknaðin.
– Vit hava gjørt avtalu við Norðfrá um at lever fisk til okkum og teir framleiða ein serliga Luksus pakka sum vísir seg at hava góða undirtøku.
– Fyri at koma rætt inn á danir samstarva vit við madkanalen.dk og kok og madskribenten fyri at fáa uppskriftir og framløgutilfar, sum er í tráð við hugsunnarháttin hjá danum, sigur Stig í stuttari samrøðu við Norðlýsið.
Fyritøkan hjá Stig og Sammi hevur eina heimasíðu: www.easyfisk.dk




