Á fundi í brunaumsjónini í gjár var nýggj innstilling til sløkkiliðsleiðara gjørd og verður nýggjur sløkkiliðsleiðari settur á komandi býráðsfundi.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, er formaður í brunaumsjónini.
– Sum kunnugt so høvdu vit sett nýggjan leiðara fyri sløkkiliðið, men tá hesin segði starvið frá sær vóru vit noyddir at taka málið upp til nýggja viðgerð.
– Átta umsøkjarar vóru til starvið og vit hava so gjørt eina nýggja innstilling sum verður løgd fyri býráði á komandi býráðsfundi.Spurdur um nevndin var samd um innstillingina segði borgarstjórin at nevndin var samd um tann sum er innstillaður sum nummar eitt.




