Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábyrgdin liggur hjá Býráðnum

John William Joensen

Ein søga hevur altíð fleiri síður og so er eisini við søguni um leiðsluna á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík.

Í april í 2004 sendi leiðarin av sløkkiliðinum í Klaksvík skriv til Kommununa, har han søkti um at kunna vera í starvið sum leiðari til Okt. 2004, tá bleiv hann 66 ár (ella var tað 65 ár). Hann fekk noktandi svar, har kommunan grundgav at teir skuldi seta nýggjan leiðara alt fyri eitt.
Síðani gekk 1 1/2ár og leiðari situr frammvegis í starvinum og bíðar eftir at kommunan skal seta nýggjan leiðara.
Tað er sera óheppin at senda signalið: "Vit ynskja ikki at leingja tína starvstíð", og so bara lata standa til.

Tú motiverar ikki fólk til at gera sítt besta við at siga við tey at vit vilja hava onkran annan fyri teg.
Eftir tí sum hevur verið frammi í pressuni hevur leiðarin eftir øllum at døma ikki gjørt sítt besta, men tað er frammvegis kommunan sum hevur tikið størsta motivatiónsfaktor frá leiðaranum, og eingin ivi er um at ábyrgdin, eisini í hesum málinum liggur hjá býráðnum.

Ein sum veit

Harleywoodpaint