Alt virksemið hjá Toll- & Skatt er nú savnað á sama stað í Klaksvík, í bygninginum har Kolvetnisdeildin hevur hildið til úti í Klaksvík.
Óli Heinesen úr Fíggjarmálastýrinum sigur, at nú alt virksemið hjá Toll- & Skatt er flutt yvir um Vágna í bygningin hjá landinum á havnaøkinum úti í Klaksvík, verður bygningurin hjá Toll- & Skatt á Stongunum lýstur til sølu.
Vit hava longu nú fingið fyrispurningar um bygningin, men ilt er at meta um hvat hann fer at vera seldur fyri.
Tá vit stukku inn á gólvið hjá Toll- & Skatt í nýggju hølunum úti í Klaksvík, søgdu tey seg vera væl nøgd við umstøðurnar har, hølini eru ljós og nýgjørd. Tey eru 10 fólk, sum hava fast starv hjá Toll- & Skatt í Klaksvík.




