Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum ímillum AB og KÍ í bestu kvinnudeildini, var støðan javnleikur 2-2.
Av Argjum frætta vit, at KÍ kvinnurnar vóru ikki væl nøgdar við egið avrik í kvøld. KÍ kom fyrst framum við einum málið sum Bára Skaale settið í netið, men AB javnaði til 1-1 og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki skoraði Rannvá Andreassen til 2-1 og aftur hesaferð megnaði AB at javnað til endaligu støðuna 2-2.
Sagt verður úr KÍ hópinum, at KÍ kvinnurnar leiktu í løtum væl, men sum heild gekk spælið ikki nóg væl og hóast tær komu til málmøguleikar, so megnaðu tær ikki at skorað. AB hinvegin var sera vandamikið í kontraálopunum og samanumtikið kann sigast at úrslitið var rættvíst.




