Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan endurskoðar nú grundstykkjalistan

John William Joensen

Fyri at fáa eina dagførda og meira realistiska mynd av eftirspurninginum eftir grundstykkjum í kommununi, hevur býráðið nú tikið stig til at kanna nærri ynskini og tørvin hjá teimum, sum standa á bíðilistanum um grundstykki í kommununi.

Í hesum døgum fáa allir umsøkjarar um grundstykki, skriv frá kommununi saman við spurnarblaði.
Endamálið er at kanna bráfeingistørvin á grundøkjum, og hvar í kommununi fólk helst vilja búsetast.
Í spurnarblaðnum, sum ynskist aftursent kommununi í í seinasta lagi tann 20. oktober 2005, kann hvør einstakur umsøkjari boða frá, hvar viðkomandi hevur áhuga í grundøki, hvørja tíðarætlan hann hevur, og hvat slag av bústaði, hann kundi hugsað sær.
Úrslitið av hesi kanning verður ein meira  -realistiskur- og útgreinaður bíðilisti, sum so aftur tænir umsøkjarunum til góða, við tað at bíðitíðin eftir grundøki styttist.

Kelda: www.klaksvik.fo