Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smyril, útjaðarin og økismenning

John William Joensen

Við tað, at tað nú røkist fyri at Smyril kemur til Føroya ein av fyrstu døgunum, hevur Norðlýsið vent sær til landsstýrismannin á økinum, Jógvan við Keldu, fyri at hoyra meira um málið og hvussu gingist hevur.

Vit spurdu Jógvan við Keldu, hvussu gongdin í stuttum hevur verið. Hann greiðir soleiðs frá.  Tá hann seinasta summar yvirtók Strandferðsluna, var byggingin av Smyrli í álvarsomum trupulleikum. Orsøkirnar vóru ymiskar.
Høvuðsorsøkin var, at av teimum 10 skipasmiðjunum hjá IZAR skipasmiðjusamtakinum, skuldu fýra av teimum leggjast niður.
Víðari sigur Jógvan við Keldu, at hetta var ein sera álvarsom støða, og fara vit aftur í tíðina, síggja vit bæði á fyrispurningum á løgtingi og í føroysku fjølmiðlunum, at ivasamt var, hvussu gongdin yvirhøvur fór at verða við Smyrli.
Fara vit inn á internetið frá tí tíðini, sæst hvussu álvarsom støðan var niðri á IZAR skipasmiðjuni, har talan næstan var um myttarí.
Tað fyrsta eg gjørdi, sigur Jógvan, var at eg kravdi at fáa fatur á ovasta stjóranum fyri alt IZAR samtakið, Tað gekk nokk so rúm tíð at fáa fatur á honum, men lat tað eisini verða sagt, at tá eg hevði fingið samband við hann, José Alvarez, kendist beinanvegin, at nú fór nakað at koma burturúr.
Fyrsti fundur okkara millum var í Keypmannahavn, har umboð fyri Mærsk Brookers luttók saman við José Alvarez og øðrum umboði frá teimum. Frá okkum vóru Strandferðslustjórin, Aðalstjórin í Innlendismálaráðuum og eg.
Har var avgjørt, at teir skuldu fara heim og fara veruliga niður í málið, og síðani koma til Føroyar at fáa málið á skinnarar aftu. Teir vóru her í juni mánaða. Har var síðani uppgjørt bæði í prísi og øðrum fíggjarviðurskiftum samstundis, at Smyril skuldi latast okkum 15. oktober.
Alt hevur hildið til punkt og prikkar, men við einum sterkum eftirliti. Smyril er latin okkum, og skal verða, um einki hendir, í Føroyum 15. oktober. So hann kemur fyrr enn væntað sambært seinna sáttmálan.
Vit vóru eisini samdir um, at vit ikki skuldu brúka eksternar advokatar, men fólk frá okkum og teimum at samráða okkum uppá pláss. Frá okkara síðu vóru tað Rúni Joensen og Kristian Davidsen.
Hendan avtala gjørdi so tað, at tá uppgjørt var endaliga, at skipasmiðjan skuldi gjald okkum 33 milliónir krónur fyri seinna levering, at gamli Smyril varð siglandi og tí ikki fekk eitt nóg gott søluvirði o.a.

Hægri tænasta á Suðuroyarleiðini
Norðlýsinum kunnugt, hava krøvini frá suðuroyingum verið, at eitt tílíkt skip eigur at sigla tríggjar túrar dagliga. Tí hava vit spurt Jógvan við Keldu, hvussu tað ber til, at eitt slíkt megnarskip, sum er bygt til hesa tænastu ikki siglir meira enn tveir túrar dagliga.
Jógvan sigur, at sjálvandi átti skipið at siglt tríggjar túrar og kemur eisini at gera tað, um so er, at tað kann innarbeiðast og at hallið ikki gerst ov stórt.
Vit skulu minnast til, at rakstrarútreiðslurnar við tveimum dagligum túrum eru 53 milliónir krónur árliga, meðan roknað verður við umleið 20 milliónum krónum í inntøkum. Tað vil siga, at vit hava eitt netthalla uppá yvir 33 milliónir krónur.

Javnsettan flutningskostnað
Fyri kortum havi eg lagt fyri tingið at lækka ávísar prísir milum Havnina og Suðuroynna sum eina javnseting, soleiðis at ávísar tænastur ikki skulu kosta meira enn aðrastaðni í Føroyum. Hetta gevur aftur 3 milliónir krónum minni í inntøkum.

Ókeypis túrur
Síðani havi eg ætla mær at syrgja fyri, at vit gera onkran heilt ókeypis túrin millum Havnina og Suðuroynna, sum eina roynd fyri at vita, hvørja ávirkan ein tílikur túrur hevur.
Hesin túrur skal gerast í samráð við vinnulívið, handilslívið og mentanarlívið í Suðuroynni, soleiðis at hetta kann gerast ein rein og áhugaverd økismenning.

Ábrygdin hjá útjaðaranum og økismenning
Eg havi fyrr verið inni á tí, at skal Suðuroynni verða lív lagað, og at komandi ættarliðið skal búseta seg har, verður tvingandi neyðugt við dyggari samstarvi millum kommunurnar í Suðuroynni og samstundis millum vinnulívið og kommunur, soleiðis at fleiri mál verða latin Suðuroynni at umsita.
Talan hevur verið um at fáa Strandferðsluumsitingina suður. Talan hevur verið um at seta fleiri virkir á stovn.
Skal hugsingur vera um at fáa eina veruliga framtíð á ymiskum tílíkum økjum, so verður Suðuroyggin noydd til at standa betur saman og styrkja samstarvið.
Eg vóni eisini, at vit fáa eitt tættari samstarv millum Innlendismálaráðið og Samferðlsubólkin í Suðuroy.

Truplari av vera útjaðari
Nú eri eg sjálvur ættaður úr Klaksvík, har eg m.a. havi verið borgarstjóri í 16 ár. Tí veit eg, at krøvini til Norðoyggjar eru ikki minni enn til Suðuroynna um samstarv, tí tá tunnilin veðrur latin upp, verður tað tann sterki sum yvirlivir. Neyðugt er tí hjá klaksvíkingum og norðoyingum sum heild og í økinum inni í Eysturoynni at upparbeiða eitt dygt samstarv, soleiðis at økið gerst áhugavert á øllum økjum, tað veri seg vinnuliga, útbúgvingarliga, mentanarliga, sosialt og annara øllum økjum.
Prísurin fyri at búgva í útjaðaranum er høgur, og vit skulu allatíðina gera okkum greitt, at ongin ger nakað fyri okkum, men neyðugt er sjálvur at berjast bæði fyri seg sjálvan og umhvørvinum, um tú so býrt í Norðoyggjum ella í Suðuroynni.