KÍ kvinnurnar gerast føroyameistarar leygardagin, tá tær skulu leika seinasta dystin í hesum kappingarárinum ímóti B36 í Klaksvík.
Hesin spurningurin er langt síðani avgjørdur. KÍ kvinnurnar hava nevniliga 47 stig fyri 18 dystir, ímeðan B36, sum liggur á øðrum plássi hevur 41 og GÍ á triðja plássi við 23 stigum.
B36 megnaði tó at vinna steypakappingina, men síðani tað hava tær sett stig til í hvørjum dysti uttan tí seinasta ímóti GÍ í gjár. KÍ hinvegin hevur ein dyst eftir ímóti GÍ, men um hesin í heila tikið verður leiktur, er óvist í skrivandi stund, men verður hann ikki tað, so eigur KÍ sigurin og kemur harvið upp á 50 stig og kann sostatt koma upp á 53 stig ímóti teim 41 hjá B36, men treytin er altso at KÍ kvinnurnar vinna leygardagin.
Sum skilst verður eitthvørt gjørt burturúr dystinum leygardagin, tí við hesum dystinum fara kvinnurnar eisini framum 66-liðið í vunnum dystum á rað og gerast sostatt mest vinnandi liðið hjá KÍ tá hugsað verður um dystir ár um ár í óbrotnari fylgju.




