Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So varð avgerðin endalig

Oliver Joensen

Ídag kl. 17.00 var alt komið upp á pláss hjá teimum báðum, Símun og Jórun. Uttanfyri hurðina á bakarínum hjá Símun, bleiv handilin endaligur.

Bæði hava tey verið lærlingar hjá Eiler, og bæði fóru tey undir egið bakaravirki. Men nú hevur Símun í Akursmørk selt bakaríið hjá sær til Jórun og harvið eigur Jórun Mørkøre nú einasta og stórsta bakaríið í Norðoyggjum.
Í stuttari viðmerking ídag, sigur Jórun Mørkøre, at fyribils er ætlanin at hava bæði handilin úti í Klaksvík og hendan í Nólsoyar Pálls Gøtu opnar, men vit hava ætlanir um útbyggingar við bakaríið í Klingrugarði við Borðoyarvík og tað arbeiðið fer at byrja nú.
Vit samanleggingini eigur Jórun nú eitt av teim heilt stóru bakaríunum í landinum og hevur sostatt fyrireikað seg væl til fasta sambandið um Lorvíksfjørð.