Seinasti dysturin hjá KÍ-kvinnum í hesum kappingarárinum verður leygardagin kl. 15.00. Eftir dystin fáa kvinnurnar steyp og heiðursmerki handað
KÍ-kvinnurnar hava langt síðani tryggjað sær FM-heitið í fótbólti, men leygardagin kann gullveitslan av álvara haldast.
Tá verður seinasti dysturin í ár spældur, og hann er ímóti silvurvinnarunum úr B36. Dysturin byrjar kl. 15.00, og eftir dystin verða steyp og heiðursmerki handað til tær gyltu klaksvíkskvinnurnar.




