Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kann seta met leygardagin

Norðlýsið

Eftir stóra sigurin á GÍ mikukvøldið er KÍ 12 stig frammanfyri næsta liðið í landskappingini. Um KÍ vinnur á B36 leygardagin verður munurin heili 15 stig, og tað er neyvan áður komið fyri í bestu kvinnudeildini

KÍ hevur í ár vunnið sítt sjeynda meistaraheiti í kvinnufótbólti, og sigurin hevur verið sannførandi. Seinasti dysturin, sum verður ímóti B36 leygardagin, kann tí tykjast líkagyldugur, men um KÍ-kvinnurnar ætla sær at seta eitt óvanligt met í kvinnufótbólti, skulu tær vinna dystin.

Í løtuni er KÍ 12 stig frammanfyri næstfremsta liðið í deildini, sum er júst B36. Tí spæla liðini í grundini um seks stig leygardagin. Vinnur KÍ hendan seinasta dystin, økir liðið leiðsluna upp í heili 15 stig, men tapir KÍ, so verður munur »bara« 9 stig.

KÍ hevur ongantíð áður vunnið eitt meistaraheiti við 15 stigum á muni til næsta liðið, og tað man neyvan vera komið fyri seg áður í bestu deildini áður.

Tá ið KÍ vann sítt fyrsta kvinnu-FM í 1997, var munurin til næsta liðið 2 stig. Í 2000 vóru aftur 2 stig á muni, í 2001 9 stig, í 2002 aftur 9 stig, í 2003 10 stig, sum er tað mesta higaril, og í 2004 vóru 6 stig á muni.

Tað verður tí talan um eitt nýtt met, um KÍ klárar at vinna dystin ímóti B36 leygardagin.