Taka vit frá tí betra endanum, so vann skipari knappar 4000 krónur í 1939 og góðar 57.000 krónur í 1941. Í sama tiðarskeiði vann Kjølbro góðar 63.000 krónur í 1939 og knappliga 356.000 krónur í 1941. Í 1942 eksploderar inntøkan hjá Kjølbro við 1,3 millión.
Eftir
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Komandi hósdag kemur annað bindið eftir undirritaða í ævisøguni um Kaj út í Klaksvík. Tað verða klaksvíkingar, sum fyrst fáa høvi at síggja bókina, og hetta kemst av at ævisøgan um Kaj eisini er lokalsøga fyri Klaksvík. Útgávuhátíðarhaldið verður eftir ætlan hildið í býráðshøllini í Klaksvík klokkan 19.00 hóskvøldið. Borðreitt verður við tónleiki, røðum, upplestri og rithøvundurin signerar bøkur. Henda broytingar verður lýst í útvarpinum.
Annað bindið í dokumentarisku ævisøguni um Kaj er nokk so nógv ørvísi enn hitt fyrra. Fyrsta bindið er sjálvt grundarlagið undir verkinum, og her helt høvundurin, at neyðugt var at fara tætt at ættviðurskiftunum hjá Kaj fyri at skilja bakgrundina og hvat tað var fyri røtur, sum merkismaðurin Kaj kom at byggja sítt lívsverk á. Av teirri orsøk kom fyrsta bindið fyri tað mesta at snúgva seg um viðurskiftir norðuri í Sundi. Hendingarnar í øðrum bindi ganga út frá Klaksvík. Tað er har túrarnir byrja og enda.
Annað bindið byrjar í 1939 og fevnir serliga um trý tey fyrstu árini hjá Kaj sum trolaraskipari. Grivið verður djúpt í árnum 1939 og fram til á vári 1941, tá ið "Næraberg" verður søktur, og síðan verður gingið eitt sindur skjótari gjøgnum tey seinni krígsárini, sum á mangan hátt vóru endurtøkur av teimum fyrstu.
Virksemið hjá Kaj frá tí at Kjølbro biður hann til skipara umborð á "John Bull" í 1937, og til hann fer av seinasta túrin í 1974, mól rundan um Klaksvíkina og henda var útgangsstøðin fyri øllum hansara mongu ferðum. Klakvíkin var eisini heimið hjá Kaj, tað sindrið hann var heima.
Lesarin sleppur við á saltfiskatúrar við koltrolarum við Bjarnoynna, við Svalbard og undir Íslandi. Tað eru skipsdagbøkur og telegrammir, sum seta hesar túrar saman saman við frásøgnum frá monnum, sum enn eru á lívi.
Trolarar, ið broyta samfelagið
Tað eru tveir trolarar í øðrum bindi, sum verða fylgdir tætt og sum lesarin rættuliga fer at kenna. Teir eru "Skálaberg" og "Næraberg". Hetta eru teir fyrstu trolararnir sum komu til Klaksvíkar. Tey fyrstu fimm árini av trolaratíðini í Klaksvík, frá 1934 og fram til januar 1939 áttu klaksvíkingar bara ein hálvan trolara. Tað var "Skálaberg" sum Jógvan Kjølbro keypti saman við Chr. Holm úr Havn. Teir áttu hvør sína helvt i skipinum. "Skálaberg" kom til landið seinastu dagarnar í 1933 og kostaði 2500 pund ella góðar 60.000 krónur eftir tátíðar kursi. Hesin trolarin kom at gerast tann allarbesta íløga Kjølbro nakrantíð gjørdi. Ongin onnur íløga hevur givið so mangar ferðir aftur. "Skálaberg" kom undir krígnum mangar ferðir at selja upp til tríggjar ferðir tað hann kostaði at keypa, bara ein einstakan ísfiskatúr. Tá ið tíðini var tað ikki sum í dag, at pengar lógu bundnir í sjálvt fiskiloyvi, tá var íløgan einans bundin í sjálvt vinnutólið, og hvat hetta kastaði av sær.
Sjúka broytti lívsleiðina
Tað er mangan tilvildarligt, hvussu tað gongst í lívinum, og tilvildin sá eisini út at vera galdandi, ta fyrstu tíðina hjá Kaj sum trolaraskipari.
Hann er skipari á sluppini "John Bull" í 1938 og Kjølbro biður hann til skipara á "Skálabergi" í 1939, tí Kjølbro hevur keypt "Næráberg", og skiparin á "Skálabergi", Steintór Norðberg fer at føra "Næraberg". Nú kemur tilvildin aftur inn, kona Steintórs gerst sjúk, og Kaj kemur á brúnna á "Næráberg" í 1939.
Bókin viðgerð, hvussu væl Kjølbro dugdi at velja sær fólk í álitisstørv. Hann var stýrdur av inituitíón, ella hugnámi. Hann hevði fornemmilsi. Hann kendi á sær hvør fór at roynast. Kaj hevði ikki verið skipari á trolara, tá ið hann fór umborð á "Skálaberg" og Kjølbro valdi hann allíkavæl, hóast har vóru fleiri aðrir, sum kundu lyft arvin eftir Steintór. Kjølbro velir Kaj ikki færri enn tríggjar ferðir, áðrenn hesin gerst fastur trolaraskipari hjá reiðarínum. Fyrst við "Skálabergi" síðan sum avloysari við "Nærábergi", tí Steintór noyðist niður við síni sjúku konu, og tá ið hendan doyr av sjúkuni og Steintór aftur er tilreiðar at fara á brúnna, velir hann aftur Kaj fram um Steintór, ella bjóðar Steintór at skiftast við Kaj sum skipari á "Nærábergi". Hesum tekur Steintór ikki av, og Kaj er fastur skipari á "Nærábergi". Kjølbro kundi ikki sleppa Kaj, tá Steintór var klárur aftur, tí tað hevði gingist so væl hjá Kaj við "Nærábergi". Kaj sveik heldur ikki álitið hjá Kjølbro. Longu tey fyrstu árini sum trolaraskipari royndist hann millum teir allarfremstu og mangan fremstur eisini.
Ein fýrbøtarasøga
Trolararnir undir krígnum vóru kolfýrdir, og arbeiði at passa eina dampmaskinu er gloymd søga í dag. Teir flestu sum sigldu við Kaj hesa fyrstu trolaratíðina eru farnir undir grønu torvu, men enn eru menn á lívi, sum kunnu siga frá hesum tíðarskeiði. Menn sum Hans Jacob Justesen, og Jákup hjá Sterka Jákup fortelja søguna um hvussu tað var at arbeiða sum fýrbøtari og maskinmaður umborð á einum koltrolara. Hans Jacob sigldi nakrar túrar við "Næraberg" undir krígnum og Jákup sigldi við "Skálaberg" undir krígnum. Beiggi Jákup, John á Geilini, var eisini við "Skálaberg" og saman við Kaj undir krígnum og hann setir lív í søguna. Yngsti bróður Kaj, Svenning Johannesen sigldi eisini við "Skálaberg" og "Nærábergi" undir krígnum og hann greiðir frá hendingum umborð.
Ein gulltíð
Teir umborð á "Skálabergi" og "Nærábergi" sigldu vandasjógv og gravgangur var eftir at sleppa við hesum góðu trolarum. Tey vánaligu tríatiárini vóru júst farin aftur við borðinum, og nú byrjaðu ísfiskasølunar, ein heilt nýggj vinna í Føroyum at taka seg upp. Knappliga eksploderaði alt í einum gullrúsi. Skip seldu niðri í Bretlandi fyri ørandi upphæddir og menn fingu fyri heili hús bert eftir einum ísfiskatúri.
Hvussu nógv fortjentu so menninir um borð á trolarunum og skipinum. Bókin lýsir hvat hvør einstakur maður umborð á skipinum hjá Kjølbro fortjenti túr fyri túr í tíðarskeiðinum frá januar 1941 og fram til og við 1944. Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir hesar inntøkur. Eisini hevur høvundurin hugt í skattalistarnar hjá kommununi, og valt eitt breitt úrval av klaksvíkingum, hvørt inntøka er prentað aftast í bókini.
Taka vit frá tí betra endanum, so vann Kaj knappar 4000 krónur í 1939 og góðar 57.000 krónur í 1941. Í sama tiðarskeiði vann Kjølbro góðar 63.000 krónur í 1939 og knappliga 356.000 krónur í 1941. Í 1942 eksploderar inntøkan hjá Kjølbro við 1,3 millión. Persónliga inntøkan hjá Kjølbro var eftir, tá útreiðslurnar til alt hansara virksemi var goldið. Tað var ikki fyrr enn seinni at virkið hjá Kjølbro varð skipað í eitt partafelag. Taka vit ein fiskimann sum Benadikt Baldvinson, var hansara inntøka í 1939 umleið 1000 krónur, í 1944 vann hann 9200 krónur. Lesarin kann lesa inntøkuna hjá fleiri hundrað tals norðoyingum í bókini.
Hvat keyptu teir í Bretlandi
Seinni heimsbardagi merkti at føroyingar vóru tvungnir at keypa alt tað teir høvdu tørv á úr einum landi, nevniliga Bretlandi. Tolljournalirnar hjá Norðoya Fornminnasavni vísa menn keyptu niðri í Bretlandi og hvat tollur varð goldin av. Skipini, sum Kaj førdi, tóku alt millum himmal og jørð við heim av ymiskum góðsi, sum høvuðsstaður norðoyinga hevði tørv á. Trolararnir sigldu niður við fiski og høvdu farm við heim aftur sum returcargo. Teir rindaðu toll av súklum, orglum og góðgæti. Manningin fekk eisini bonn og vanliga fingu menn tvær fløskur av brennivíni og nakað av sigarettum í bonn. Klaksvíkingar máttu eisini bestilla úr Bretlandi og kommisiónsforrætningin hjá Jóhan Húshamar gekk strúkandi í hesum døgum. Hann bestilti fyri fólk í egnum navni og koyrdi út til fólk.
Telegrammini ein reyður tráður
Annað bindið í ævisøguni um Kaj er eins og hitt fyrsta proppað við keldutilfarið, sum ongantíð hevur verið frammi fyrr. Kjallarin í gamla skrivstovubygninginum hjá Kjølbro hevur verið eitt satt kelduvað. Kaj 2 byggir í høvuðsheitinum á telegramsamskiftið sum var millum Kjølbro og hansara skiparar. Telegrammini er ein reyður tráður gjøgnum bókina, og halda henni uppi. Telegramm eru stutt og greið og tey eru frumkelda. Tær søgurnar telegrammini ikki siga, minnast mínar munnligu keldur, og tað gevur álítandi tilfar í bókini.
Kjølbro genialur
Telegrammini lýsa rættuliga neyvt Kjølbro sum vinnulívsmann og sum menninskja. Tey sýna hvørji fram úr evni Kjølbro hevði at byggja sítt virki upp til fremsta virkið í landinum. Altíð var hann úti um seg og hann lá ikki á løtu síðuni. Samstarvið millum Kaj og Kjølbro var gott og telegrammini sýna hvussu teir arbeiddu saman. Brævasamskiftið í bókini sýnir reiðaran sum ein ógvuliga tilvitaðan vinnulívsmann, sum eisini hevði hjarta á røttum stað.
Ein søga er um politikk, har Kjølbro blívur ósamdur við ein dalbing umborð á "Skálaberg". Tað endar við at maðurin verður koyrdur í land. Høvr hesin maðurin var stendur eisini í bókini. Kaj var ongantíð virkin í politikki, og honum dámdi ikki hesa avgerð og tók mannin við aftur, tá ið hann aftur gjørdist skipari á "Skálabergi.
Mortan og Kaj
Ongin av synunum hjá Mortani í Hvannasundi hevði so tætt samstarv við pápan sum júst Kaj. Teir komu at fylgjast longst, eisini sum skiparar. Eins og í fyrsta bindinum verður hetta samstarv millum faðir og son lýst rættuliga tætt. Søgan um tá ið Mortan sum einkjumaður í 1942 giftir seg við blaðungari skotskari kvinnu eru eisini við, og her er ikki talan um gitingar og uttanum vitan. Bókin fer beinleiðis til kelduna, og seinna kona Mortans, Eina, fortelir sjálv søguna. Annað bindið fylgir Mortan fram til hann doyr beint eftir seinna heimsbardaga og enntá við til sjálva jarðarferðina.
Bókin gongur tætt eins og hin fyrra og skorið verður inn á bein viðhvørt, fyri at fáa so neyva lýsing sum gjørligt.
Triðja bindið, sum eftir ætlan kemur út um hesa tíðina komandi heyst, ferð at snúgva seg um trolaratíðina eftir kríggið, og stóru toskaárini í fimti og sekstiárunum í Grønlandi. Tað merkir, at tá fara vit at hoyra nógv um "Sjúrðarberg" og týska "Skálaberg" og tá koma enn fleiri livandi persónar at lýsa hesa tíðina.




