Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv ferðsla um Lorvíksfjørð

Oliver Joensen

Nú Ternan ikki siglir um Lorvíksfjørð orsakað av arbeiðssteðgi, eru nógvir privatbátar í arbeiði á rutuni.

So skjótt sum Ternan bant í gjár orsakað av arbeiðsósemju, fóru aðrir undir ferðafólka- og farmafluttning um fjørðin.
Summir av størru bátunum halda seg til ferðaætlanina hjá Ternuni, soleiðis at samband er við bussi úr Lorvík, bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra nevniliga sum vanligt. Eisini er samband inn í Kalsoynna her onkur av útróðrarbátunum hevur átikið sær hesa rutu. Farmafluttningur er eisini, tí mjólkin er komin til Norðoyggjar ímorgun. Veðrið hevur verið sera gott hesar báðar dagarnar, so tað hevur verið lagaligt tvørtur um fjørðin hjá ferðafólkunum.

Harleyfacadeacryl