Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gulldysturin verður ídag kl. 15.00

Oliver Joensen

Ja, so fáa vit helst ein spennandi dyst á Djúpumýru ídag, ímillum KÍ-kvinnurnar og B36. Kvinnurnar vera í "nýggjum" blusum sum skilst.

Helst eisini í gullskóm, kenna vit tær rætt. Men dysturin ídag verður helst alt annað enn lættur, tí B36 hevur verið nærmasti kappingarneytin hjá okkara kvinnum, og tær fáa silvur eftir dystin ídag. Tí kann roknast við, at B36 ógvuliga gjarna vil vinna hendan dystin. Sagt verður at liðini hava einki at spæla fyri, tí avgerðin er fallin frammanundan. Men munnu vit ikki fara at fáa ein rættuligan fótbóltsdyst, tí æran er ikki bara bara. B36 fer uttan iva at royna at vinna seinasta dystin og harvið vísa at tær hava betri uppiborið enn stigatalvan vísir, hinvegin er ongin ivi um at KÍ kvinnurnar eisini fara inn á vøllin fyri at staðfesta, at tær eru allarbesta kvinnuliðið í Føroyum: "6 ferð á rað, megna tit tað?" kunnu tær av røttum arga hini liðini við, aftana at tær ídag fyri sættu ferð á rað eru føroyameistarar.