Hóast KÍ legði HB undir hart trýst í seinna hálvleiki og serstakliga móti endanum, so eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið.
Dysturin lokin
Tað eydnaðist ikki KÍ at fáa stig heimaftur til Klaksvíkar ídag. Men liðið spældi ein fínan dyst ímóti HB, og legði HB undir hart trýst í seinna hálvleiki. Beint uppundir dystarenda, hevði KÍ tvey horna og eitt fríspark tætt við 16 meturin, men bólturin vildi ikki í málið.
Sagt verður úr Havn, at HB vann dystin, men fekk onki forerandi, KÍararnir stríddust manniliga og vóru óhepnir at teir í minsta lagið ikki fingu javnleiki.
35 minuttir farnir
Spælið er dovnað eitt sindur, men hevur nakar munin í Gundadali, so er tað KÍ, verður sagt úr Havnini. Støðan er framvegis hin sama, 2-1 til HB. Málmøguleikar hava ikki verið til liðini hesar seinastu nógvu minuttirnar.
25. minuttir leiktir av seinna hálvleiki
Onki mál er komið hesar seinastu 10 minuttirnar og tí er støðan framvegis 2-1 til HB. Men í løtuni er tað KÍ sum trýstir HB leikararnar allastaðni á vøllinum, men hóast hetta eru teir ikki komnir til rættuligar málmøguleikar.
Heimildarmaður okkara sigur, at HB ararnir skeldast nógv og rópa út á beinkin um at gera eitthvørt. Trýstið er ógvusligt á HB í løtuni, tí tað er oddasessurin tað geldur.
15 minuttir farnir av seinna hálvleiki
KÍ byrjaði dystin ídag við at spæla 4-5-1, men hevur nú broytt uppstillingina til 4-4-2 og hevur koyrt Ova Nysted inn fyri Marek. Hetta hevur higartil givið úrslit, ein bóltur kom inn fyri, og Ovi leyp upp saman við málmanninum og forstýraði, soleiðis at bólturin datt leysur niður í 16 metrinum og har stóð Símin, sum kundi knalla bóltin í netið til støðuna 2-1 til HB.
Síðani hevur verið órógv í spælinum, tí eitt ógvusligt trýst liggur á HB og heimildarmaður okkara sigur, at tað hava verið nógvir steðgir í spælinum higartil og dysturin er harðnaður munandi.
Seinni hálvleikur byrjaður
Nú seinni hálvleikur er byrjaður í Havn, er støðan framvegis 2-0 til HB. KÍ hevði eina góða byrjan til HB skoraði í 10 minutti, síðani fall spælið hjá KÍ nakað, men teir komu fyri seg aftur, og restina av hálvleikinum, ella teir seinastu 25 minuttirnar var spælið javnt, hóast Jákup á Borg fekk eitt mál til HB.
HB er sum sagt tvey mál frammanfyri, men hetta er ikki ímyndin av dystinum, tí HB hevur ikki havt fleiri enn teir møguleikarnar teir hava fingið mál uppá og hinvegin hevur KÍ eisini verið vandamikið í álopum sínum.
40 minuttir farnir
HB hevur nú lagt seg á odda 2-0. Tað var Jákup á Borg, sum fekk ein møguleika, trekti inn úr síðuni og smekkaði bóltin í netið uttan møguleika hjá Meinhardi. Úr Havn verður sagt, at KÍ tó framvegis hevur verið við í dystinum, Bárður bjargaði einum kanónskoti frá Heðin á Lækjuni og eisini hevur KÍ havt fleiri vandamikil innlegg, men heppni hevur higartil ikki verið við.
20 minuttir farnir
Teir fyrstu 10 minuttirnar av dystinum ímillum HB og KÍ í Havn gekk javnt á, men tá 10 minuttir vórðu farnir, gjørdist Uni Arge púra leysur eftir miseydnaða offsidefellu hjá KÍ og kundi seta bóltin í netið til 1-0 til HB.
Fyrstu minuttirnar eftir hetta, var tað HB sum trýsti KÍ, men heimildarmaður okkara í Havn sigur, at KÍ er komið fyri seg aftur og nú 20 minuttir eru leiktir, eru vit væl við.




