Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráðharrar hittast í Klaksvík

Oliver Joensen

Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri og íslendski fiskimálaráðharrin Einar K. Guðfinnsson hittast á fundi í Klaksvík ídag.


Íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, kom á Føroyavitjan í gjár. Í morgin hittir løgmaður ráðharran á fundi í Tinganesi saman við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum er vertur fyri vitjanina.
Í sambandi við at Hoyvíkslýsingin varð undirskrivað, vórðu føroyingar og íslendingar samdir um at virka fyri at opna ráfiskamarknaðin hjá londunum báðum. Á fundinum verður umrøtt, hvussu seinastu forðingarnar fyri hesum kunnu takast burtur.
Annað evni verður støðan í svartkjaftasamráðingunum millum strandalondini.
Føroyar eru fyrsta landið Einar K. Guðfinnsson vitjar, eftir at hann tók við sum
fiskimálaráðharri tann 27. september í ár.
Í dag vitja fiskimálaráðharrarnir báðir Kollafjørð Pelagic, Havsbrún og Christianskirkjuna. Seinnapartin verður fundur í Klaksvík millum Bjørn Kalsø og Einar K. Guðfinnsson.
Eftir fundin í Tinganesi mikumorgunin, vitjar fiskimálaráðharrin Løgtingið, Fiskirannsóknarstovuna og Listaskálan. Íslendski fiskimálaráðharrin fer av stað aftur mikukvøldið.

Harleyfacadeacryl