Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Magnussen, løgtingslimur: Javnaðarflokkurin stuðlar uppskotinum hjá landsstýrinum

John William Joensen

Kristian Magnusen, løgtingslimur, sigur at støðan hjá útjaðaranum er ótolandi og tí fer hann at stuðla uppskotinum hjá landsstýrinum um tað kemur so langt

Tað hevur ljóða at Javnaðarflokkurin er ósamdur um uppskotið hjá landdstýrinum, men Kristian Magnussen løgtingslimur vísir hesum tosinum aftur.
– Tá ein er valdur at stjørna landinum situr ein í tí støðu at neyðugt er at taka atlit til øll øki í landinum og allar samfelagsbólkar.
– Vit eru sjálvandi ikki altíð samdir innanhýsis men tað er klárt at tað kann ikki vera rætt at hvørjaferð verkfall er rakar hetta útjaðaran. Taka vit eitt støðuna í Suðuroynni so eru tað tey tímaløntu, sum ikki sleppa til arbeiðis orðsaka av verkfallinum.
– Endamálið við uppskotinum hjá landsstýrinum er at tryggja arbeiði og trivnaðin í útjaðaranum og verður uppskotið lagt fram merkir tað væl at øll samgongan tekur undir við uppskotinum.
– Landsstýri arbeiðir eisini við at tryggja farleiðirnar soleiðis at tær ikki í framtiðini vera raktar av arbeiðsósemjum og tað arbeiði byrjar so skjótt sum loyns er funnin á verandi støðu.

Kristian Magnussen var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina á sinnið og hóast hann vanliga verður roknaður sum fakfelagsmaður, so sigur hann at sum partur av eini stjørn kanst tú ikki bert taka atlit til einstakar samfelagsbólkar.