Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Funnu ein svan í Ritudali á Trøllanesi

Oliver Joensen

Sunnudagin funnu Anja og sonurin Eivindur úr Uppistovu á Trøllanesi ein svan í Ritudali, men hann lá deyður í seyðahúsinum mikumorgunin.

Anja og sonurin Eivindur úr Uppistovu á Trøllanesi funnu ein svan í ritudali sunnudagin, sum lá saman við gæsnum.
Svanurin var avmaktaður, men fýsti tó og vildi sláa við veingjunum, tá tey royndu at taka hann við sekki. Tað eydnaðist, tá tey fingu sekkin um høvdið, tá tjørdist svanurin sera róligur, og tey fingu hann til hús.
Tey ringdu síðani til Jens Kjell um hvat var at gera. Hann roknaði við, at neyðugt var við einum ormakuri, men tíanverri fekst svanurin ikki at eta nakað, og mikumorgunin lá hann deyður í seyðahúsinum. Har var einki at gera.
Svanirnir í viðarlundini í tórshavn eru fangaðir uppá sama máta, og har hava tey eisini trupulleikar við at fáa teir at trívast.
Hugskotið við at taka svanin var, at fáa hann at støðast við Viðarlundini í Mikladali, men á hesum sinni gekk tað ikki.

Harleyfacadeacryl