Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi Næraberg

Oliver Joensen

Um mánaðarskiftið november/desember, verður nýggi Næraberg í føroyskum sjógvi.

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur við Norðlýsið, at tað hevur gingið væl higartil við at leggja fabrikkina hjá Nærabergi yvir á nýggja "Næraberg" Atlantic Navigator.
Vit rokna við at nýggja skipið verður aftur á Klaksvík umleið mánaðarskiftið november/desember og í mun til gamla Næraberg, ið nú er lagdur, kann roknast við útivið 20 arbeiðisplássum fleiri.
Gamli Næraberg hevði vanliga eina manning uppá umleið 80 fólk, ímeðan roknað verður við at nýggja skipið fer at krevja um 100 fólk umborð.