Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður á Norðurlandaráðsfund

John William Joensen

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer í dag til Íslands, har hann millum annað fer at luttaka á norðurlandaráðsfundi, sum verður í Reykjavík í døgunum 25.- 27. oktober.

Løgmaður fer at luttaka á fleiri fundum, millum annað við forsætisráðharrarnar í Norðurlondum og landstýrisformenninar í Grønlandi og Álandi.
Eisini verður útnorður-toppfundur millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Á ferðini fer løgmaður at hitta íslendska uttanríkisráðharran, Geir H. Haarde. Á hesum fundi fara løgmaður og uttanríkisráðharrin serliga at tosa um, hvussu londini kunnu lata ráfiskamarknaðin upp, so sum semja varð um at arbeiða fyri, tá Hoyvíkslýsingin varð undirskrivað. Eisini fer løgmaður at taka málið um svartkjaftasamráðingarnar upp við uttanríkisráðharran.

Í aðalorðaskiftinum á norðurlandaráðsfundinum, sum verður seinnapartin týsdagin, fer løgmaður at leggja dent á ynskið hjá Føroyum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hann fer eisini at gera vart við sítt sjónarmið, at norðurlendska samstarvið eigur at umfata meira enn mentan og eigur at verða styrkt á búskaparpolitiska økinum.
Á ferðini fær løgmaður høvi at hitta stjórnarleiðararnar í hinum norðurlondunum, teirra millum nýtilnevnda norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg.
– Eg fari at nýta høvið at fáa sett glið á ítøkilig uttanríkispolitisk mál, so sum víðkað handilssamstarv og viðurskifti Føroya við ES og EFTA, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Løgmaður kemur aftur til Føroya hósdagin.